TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Árna Frederiksberg aftaná 0-0 javnleikin millum NSÍ og KÍ í Runavík í kvøld í seinnu hálvfinaluni, sum gav ein samlaðan 4-1 sigur til KÍ, sum setti tingini uppá pláss í tí fyrra dystinum.
Árni Frederiksberg er ikki glaður fyri samlaða tapið, men hann heldur, at teir í hesum dystinum vóru leikliga omaná, og høvdu nóg mikið av málmøguleikum at vinna dystin í Runavík í kvøld.
Árni Frederiksberg heldur dystin í kvøld vísa, at NSÍ er við at fáa tak á tí aftur, og NSÍ-arnir blivu væl brýndir til uppgerðini ímóti Víkingi í effodeildini, sum verður spæld við Løkin í Runavík komandi leygarkvøld klokkan 18.30.