Um ein mánað byrjar grannskoðarin, Árni Ellefsen, sum medstjóri í Nema samtakinum, sum umfatar fyritøkurnar: Senta, Casa, Kvasir, City, Atlantstøkni og Sendistovuna.
Árni Ellefsen fer at vera stjóri saman við Christiani Nagata. Uppgávurnar verða býttar soleiðis, at Christian Nagata skal taka sær av tí handilsliga, meðan nýggi stjórin skal taka sær av fíggjarstýring og umsiting.
Árni Ellefsen takkar tí fyri seg í Spekt, har hann hevur verið medstjóri og medeigari. Hetta merkir, at hann nú verður púra leysur av Spekt, sum nú fer at hava tveir stjórar.
- Eg havi tikið hesa avbjóðingina á meg, tí nú havi eg starvast sera leingi sum grannskoðari, sigur Árni Ellefsen.
Hann greiðir víðari frá, at starvið ongantíð hevur verið lýst leyst, og at setanin byrjaði við leysum práti millum grannskoðaran og Nema. Hetta prát er nú vorðið til veruleika.
- Nema er ein øgiliga spennandi fyritøkuna, har eg fái roynt nógv nýtt. Somuleiðis kann eg staðfesta, at Nema hevur tað gott, og eg gangi sterkt útfrá, at tað Nema verður ein fyritøka í støðugum vøkstri, sigur nýggi stjórin á Nema.