Árni M. Dam er borgarstjóri í Sunda Kommunu, nú Heðin Zachariassen er farin í landsstýrið Tá Heðin Zachariasen gjørdist landsstýrislandsstýrismaður í farnu viku, fór hann samstundis í farloyvi sum borgarstjóri í Sunda Kommunu teir báðar næstu mánaðirnar.
Tað ber samstundis í sær, at varaborgarstjórin, Árni M. Dam, verður borgarstjóri í hesum tíðarskeiðinum.
Herumframt hendir tann broyting, at Sunniva Kollslíð tekur sæti í bygdaráðnum, meðan Heðin Zachariasen er í farloyvi.
Kelda: Sunda Kommuna










