SKÚLABØKUR
Í ár eru 70 ár liðin, síðani løgtingið gjørdi skipan fyri Skúlabókagrunnin. Eftir fleiri tillagingar varð í fjør lýst nýggj lóg um útgávu av undirvísingarmiðlum. Nýggja lógin loysir av »Lóg um útgávu av skúlabókum«, sum er frá 1959.
Frá bók til miðlar
- Í hesari broyting frá skúlabókum til undirvísingarmiðlar síggja vit greidliga rákið um allan heim serliga hesi seinastu árini, sigur nývaldi formaðurin í Skúlabókanevndini.
- Í skúlunum er bókin ikki longur einasti miðilin, staðfestur Árni Dahl.
Skúlabókanevndin skal sambært grein 4 í nýggju lógini geva stjóranum á Skúlabókagrunninum ráð um útgávu av undirvísingarmiðlum.
- Sum formaður fari eg at síggja til, at útgávuætlan fyri árini fram til 2010 verður orðað, sigur Árni Dahl og leggur afturat, at bókin - eisini skúlabókin - fer altíð at liva.
- Men mítt meginstavnhald er, at allur føroyskur skúlaungdómur skal kunna finna sín egna heim og høvuðsheimildir viðvíkjandi umheiminum á góðum føroyskum máli á alnetinum, sigur nývaldi formaðurin í Skúlabókanevndini Árni Dahl.
Hinir limirnir í Skúlabókanevndini eru Lydia Didriksen lærari, Magnus Tausen formaður í Føroya Lærarfelag, Kristinbjørg Høgnesen studentaskúlalærari og Maria Gregersen, handilsskúlalærari og lestrarvegleiðari. Stjóri á Føroya Skúlabókagrunni er Helena Dam á Neystabø.