Í august í fjør var arbeiðssáttmáli undirskrivaður, og nakað fyri jól byrjaði sjálvt arbeiðið at gera reinsiverk. Gongur tað sum ætlað, fáa árnfirðingar sóttreinsað vatn longu í ár.
Tað er Sp/f Dorus S. Johannessen, sum stendur fyri arbeiðnum, og tað umfatar grevstur, legging og tyrving av rørleiðingum, avgrevstur fyri goymslu og reinsuverksbygningi og gerð av vatntøku í Stórhøvdaá í Árnafirði. Arbeiðið byrjaði fyri jól í fjør.
Verkætlanin í Árnafirði er ein liður í framhaldandi vatnútbyggingunum í Klaksvíkar Kommunu, har arbeitt hevur verið við nøkrum uppskotum viðvíkjandi sóttvatnsveiting til Árnafjørð. Eftir nærri umhugsan fall valið á Stórhøvdaánna. Har rennur sera reint kelduvatn, sum møguliga ongantíð tornar upp.
Allan tann tøkniliga útbúnaðin til reinsiverkið hevur Nomatek framleitt, bæði sandfiltur og UV-stráluútgerð, og felagið fer eisini at seta útgerðina upp.
Sóttvatnsgoymslutangin verður um 80 rúmmetrar til støddar, og møguleiki verður eisini fyri einum tanga afturat. Um neyðugt, verður eisini gjørligt, seinni, at útbyggja sjálvt reinsiverkið við einum sandfilturi.