Tónleikarar úr Noregi, Íslandi, Finnlandi, Danmark og Føroyum hava leygardagin konsert við solo- og samanspæli. Í samstarvi við 100 ár haldið hjá Tórshavnar Kommunu, fer Einleikarafelag Føroya og Norðurlandahúsið, at skipa fyri konsert leygardagin kl. 16.00.
Tað eru tónleikarar úr Noregi, Íslandi, Finnlandi, Danmark og úr Føroyum, ið fara at framføra eina blandaða skrá við solo- og samanspæli. Nøkur av fremstu, klassisku ungu talentunum úr Norðanlondum, eru við á konsertini m.a. klaverleikarin Joachim Kwetzinsky úr Noregi og hørpuleikarin Tine Rehling úr Danmark.
Føroyska íkastið er Nikolaos Kapnas, ið fer at framføra tónleik eftir William Heinesen á solo bratsj.
Føroyska solistafelagið, ið nevnist Einleikarafelag Føroya, hevur júst fingið sjálvstøðugan limaskap í Norðurlendska Solistráðnum og er føroyska felagið í ár vertur fyri Nordsol, ið er ársfundur og konsert Ráðsins.
Vitjandi tónleikararnir eru allir úrmælingar á ljóðførum sínum og er tað við ikki sørt av stoltleika, at føroysku solistarnir nú bjóða starvsfeløgunum úr hinum Norðanlondum til føroyska høvuðsstaðin og heimbý Williams, at framføra í Norðurlandahúsinum.
Framførslan er í Klingruni, tí mett verður, at hølið er sera væl egnað til júst hørpu, bratsj, gittara og solo sang við klaverfylgispæli.