Árligu famsýningarnar hjá HF

Í dag vera fyrstu framsýningarnar av árligu fimleikaframsýningini hjá Havnar Fimleikafelag. Síðstu árini hevur Havnar Fimleikafelag havt tríggjar framsýningar, soleiðis at fimleikurin er komin betri til sín rætt, og tvær tær fyrstu vera á skránni í dag.

 

Fyrsta framsýningin verður kl. 14, tá ið tey yngstu í felagnum fara at framføra. Kl. 17 verður so seinna sýningin leygardagin, tá ið eldri børn og ung fara at føra fram. Hesar báðar sýningarnar vera á skránni leygardagin. Síðsta sýningin verður mánakvøldið kl. 19, tá ið tey ungu og vaksnu fara at sýna fram. Leggjast kann aftuat, at kappingarliðini vera partar av øllum sýningunum.

 

Havnar Fimleikafelag handar eisini nálir og ídnisprógv á hvørjum ári. Nálir vera givnar til fimleikarar, sum hava verið í felagnum í 5, 10 ella 15 ár, meðan ídnisprógv vera handað fimleikarum, sum eru ídnir og hugagóðir, og sum á ein hvønn hátt eru serligir fyri liðið. Í mesta lagi trý á hvørjum liði kunnu fáa ídnisprógv.

 

Sum sagt, so byrja framsýningarnar leygardagin kl. 14.00.