Fyri mong er jólasølan eitt afturvendandi hugnaligt og friðarligt høvi hjá vaksnum og børnum at koma í jólahýri og keypa nakrar øðrvísi jólagávur Á Verkhúsinum Virkni arbeiða dagliga 30 vaksin fólk við menningartarni, og tey framleiða og skapa lutir úr til dømis ull, silki, leiri, filt, træi og øðrum natúrligum tilfari.
Á stóru jólasøluni verða lutirnir sýndir fram og seldir. Umframt at keypa tilfar til komandi jólasølu, fer inntøkan til at keypa lutir, sum brúkararnir á Virkni ynskja sær. Í ár verður roynt at vinna pening til ein serligan lut, ið kann stimbra sansirnar og bøta um trivnaðin hjá brúkarunum.
Søludagarnar verður høvi at síggja fólkini framleiða eitt nú turrikløð, teppir, sápur og krem úr vistfrøðiligum tilfari.
Alskyns jólalutir og gávulutir fáast til keyps fyri rímiligan penga: Leikur, skálir, pløgg, sápur, krem, bomm, brúkslutir og prýðislutir úr føroyskum tilfari og við føroyskum motivum og sniði.
Eisini fáast heimabakaður vaflur, kaffi, té og saft til børnini.
Í tíðindaskrivi boða tey frá, at øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið at nærkast jólunum.
Jólasølan hjá Virkni er opin soleiðs:
Hósdagin 20.november frá 14 til 18
Fríggjadagin 21.november frá 14 til 19
Leygardagin 22.november frá 14 til 18