Árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni sunnudagin


Í annaðkvøld kl 20 verður árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni í Havn

Sum vant eru Havnar Hornorkestur og GHM við á konsertini, men hesaferð verða eisini Tórshavnar Manskór saman við Dreingjakórinum úr Kommunuskúlanum við.

Petra Iversen fer at syngja solo, meðan Oddvør Johansen fer at spæla undir á urgu.