Vikuskiftið 19. og 20. mars hevur Støkk sína árligu fimleikaframsýning í
ítróttarhøllini í Runavík. Framsýningarnar byrja kl 15 báðar dagarnar.
Øll liðini hjá felagnum eru við til framsýninginarnar báðar dagarnar, tó
verða merkir og íðnisprógv handað sunnudagin. Framsýningarnar eru mettar at
vara umleið 2 tímar fyrra dagin og 3 tímar seinna dagin.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa
fram, m.a. móðir og barn, børn 5-6 ár, vanligu liðini frá 1-10 flokk, ungar
kvinnur, aerobic, reiðskapslið, stórkappingarlið og blandað lið við kvinnum
og monnum.
Felagið skipar fyri páskareggatombola og kaffisølu í gongini í
ítróttarhøllini báðar dagarnar.
Atgongumerkjasølan byrjar 1 tíma áðrenn framsýningina. Kostnaðurin er 70 kr.
fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.