Árlig dansinátt í Norðurlandahúsinum

Leygarkvøldið klokkan 21.30 letur Norðurlandahúsið dyrnar upp fyri árligu dansináttini, sum húsið skipar fyri saman við Sláið Ring, landsfelagnum føroyskum dansi at frama.

Afturvendandi tiltakið, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri undir heitinum Dansináttin í Norðurlandahúsinum, verður leygarkvøldið 9. juli frá klokkan 21.30-01.30.

- Er dansurin góður, kann haldast á nakað longur, siga fyrireikararnir av árligu dansináttini.

Lagt verður aftrat, at tiltakið plagar at vera væl vitjað. Her koma bæði útlendsk ferðafólk og útisetar, sum eru heima í summarfrí, og her koma ikki minst dansiáhugað kring um úr Føroyum.

Norðurlandahúsið og Sláið Ring vóna og vænta, at fleiri leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum nú leygarkvøldið.