Úrlatin og ílatin í útvarpinum

Var burtur í haga leygardagin, tá ið jeg hoyrdi útvarpið. Hugfarsligt at hava okkara lógarfesta fjølmiðilin við ein góðveðurdag á trøðni í hægstu lembingar-tíð?


 

Arnfinnur Thomassen



Var burtur í haga leygardagin, tá ið jeg hoyrdi útvarpið. Hugfarsligt at hava okkara lógarfesta fjølmiðilin við ein góðveðurdag á trøðni í hægstu lembingar-tíð?

So komu ítróttartíðindini?

Høvuðsyvirskriftin var katastrofan hjá fuglfirðingum í Havn. Jeg hugsaði sjálvsagt ? og tað mundu føroyingar flestur eisini hugsa um ? 7-0 til havnarmenn. Men dekan fari, tá ið úrslitið varð kunngjørt endaði dysturin 3-2!

Jeg unni fuglfirðingum alt tað besta ? eisini HB. Men hví skal Útvarpið vera so óluksáliga partískt?

VB var »úrlatið« og »avsmurt« í Havn. Teir taptu 4-1. Eitt havnarlið tapti 4-1 í Gøtu?MEN har var eingin »avsmurningur« og eingi »nakin krov«!!!

HB er sambært útvarpið Føroyameistari ? uttan at hava leikt ein einasta dyst í landskappingini!!!

Jeg veit altið, nær VB hevur vunnið ein dyst. Tá koma teir altíð seinast í ítróttatíðindunum! MEN hevur eitt havnarlið vunnið, so verður tað væl og virðiliga útbasunerað í ÚF! (»No news is good news«)

Tað nyttar óluksáliga lítið at tosa um útjaðara og útoyggjar, tá ið okkara megamiðil, Útvarp Føroya, ikki hugsar út um Eystnes og Stong!