Sunnukvøldið 15. juni kl. 19.00 fer eitt styrkt Vestmannakór at syngja ein knappan tíma í Eiðis kirkju.
Hetta er konsert, ið er liður í fyrireikingunum til Írlandsferð seinni í mánaðinum. Vestmanna Sangkór fer til Írlands 26. juni at luttaka í Killarney Sommerfestival. Killarney liggur í landspartinum Kerry í út-synningshorninum av Írlandi.
Killarney Summerfestival er ein nýggj og sera fjølbroytt mentunarstevna við tónleiki, sjónleiki, myndalist og nógvum øðrum ymiskum mentunartiltøkum. Av tónleiki verða bæði klassiskur, fólkatónleikur og popp- og rokktónleikur. M.a. kunnu nevnast The Cranberries, The Counting Crows og David Grey. Har verður ein ørgrynna av tiltøkum, sum ikki er rúm fyri at nevna, men tað sæst alt á spennandi heimasíðuni
www.killarneysummerfest.com
Til sjálva mentunarstevnuna verða tvær framførslur í Killarney. Haraftrat verða tvær í grannabýunum Kenmare og Annascoul, og á heimleiðini verður so eisini ein konsert í Høvuðsstaðið Írlands, Dublin.
Kórið hevur fingið nakrar eyka sangarar úr Fuglafirði, av Eiði og úr Havnini tí fleiri av føstu limunum ikki kundu koma við uttanlands. Umráðandi er at hava eitt vælmannað kór til slíka uttanlandsferð.
Sangskráin er í 4 pørtum. Gomul føroysk sálmaløg og kvæði, eldri føroyskar kórperlur, nýggjur kórtónleikur og so útlendskur kórtónleikur. Skráin skuldi sostatt umboða ein stóran part av tí vit kunnu kalla føroyskan kórtónleik.
Heitini á skránni eru hesi:
1. Harra Guð títt dýra navn - gl. fø. sálmalag
2. Sum ígjøgnum sortar skýggjar - gl. fø. sálmalag
3. Nú rennur sólin fríð - gl. fø. sálmalag
4. Í Noregi búðu raskir menn - kvæðalag
5. Føroyar mín móðir - Pól F./Knút Olsen
6. Í búri - J. Djurhuus/Waagstein/Clausen
7. Í sirmi - H.A. Djurhuus/Waagstein/ Clausen
8. Brót so stillan, bylgja blá - H.A. Djurhuus/Regin Dahl/Kári Bæk
9. Jarðareygað - T.N. Djurhuus/Kári Bæk
10. Og dansurin gongur - T.N. Djurhuus/Kári Bæk
11. Lækjan - Christian Matras/Kári Bæk
12. Orðini - Rói Patursson/Bjarni Restorff
13. Lover nu Herren/Mín sál Guðs lov nú syngi -hetta er ein samankomponering av týskum & fø. sálmalag / Kári Bæk
14. Sankta Magnus hymna - Gomul Orkney hymna
15. Laudate - Bíbliutekstur/Knut Nysted
16. Ave Maria - Tomas Luis de Victoria
17. Glædjens blomster - Svenskur/Hugo Alfvén
Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina.









