Írland krevur innlit í loyniliga frágreiðing um Sellafield-verkið

Írska stjórnin stevnir nú Bretlandi fyri altjóða dómstólin í Haag við kravi um, at stjórnin í Dublin skal fáa innlit í eina loyniliga frágreiðing um kjarnorkuendurvinningarverkið Sellafield

Sellafield-verkiÐ
Árni Joensen:

Írska stjórnin hevur leingi víst á, at útlát frá kjarnorkuendurvinningarverkinum Sellafield dálkar Írska Havið, og stjórnin í Dublin vil tí vera við, at Bretland brýtur tann sonevnda OSPAR-sáttmálan um forboð ímóti dálking í Norðuratlantshavinum.
Sáttmálin, sum er frá 1998, álegggur øllum limalondunum í ST at gera alt, sum gerast kann, til tess at forða fyri, at havið verður dálkað.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt mál av hesum slagnum verður lagt fyri altjóða dómstólin í Haag.
Írska stjórnin royndi í fjør at forða fyri, at bretar tóku eitt nýtt verk í nýtslu í Sellafield. Hetta var eitt sokallað MOX-verk, sum er ætlað til at endurvinna plutonium og uran-oksid. Stjórnin í Dublin legði málið fyri sjóvinnudómstólin hjá ST, sum vísti málinum frá sær.
Hesaferð hava írar so valt at fara til altjóða dómstólin í Haag við kravi um kunning og við kravi um innlit í bretskt skjalatilfar. Bretsku myndugleikarnir hava fingið tvær frágreiðingar um tað nýggja MOX-verkið, men stjórnin í London hevur sýtt fyri at lata onnur lond fáa innlit í frágreiðingarnar.
Tað er hesar frágreiðingarnar, írar vilja sleppa at síggja.