Úrlætnir meistarar

HB lagt ongan iva vera um, hvat lið skuldi víðari í hálvfinaluna, og við størri neyvleika kundi væl verið, at sigurin í tølum hevði verið enn størri

 

HB-VB 4-1 (3-0)

Løgmanssteyp


Tað líktist einum spennandi dysti, tá HB og VB sunudagin skuldu gera av, hvør teirra skuldi sleppa at halda fram í steypakappingini. Talan var jú um tey bæði fremstu føroysku liðini í fjør, og hóast HB tá gav VB ein ordiligan umgang í steypakappingini, so var talan um sera javnar dystir í landskappingini millum liðini.

Tá dysturin var liðugur, sýndi máltalvan ein 4-1 sigur til HB, og tað mundi neyvan vera nakar áskoðari, sum ivaðist i, at at dysturin hevði funnið rætta vinnaran. VB varð snøgt sagt úrlætið, og skuldi nakað verið øðrvísi í dystinum, skuldi tað helst verið soleiðis, at heimaliðið fekk fleiri enn tey fýra málini.


Byrjaði javnt

Fyrstu løtuna av dystinum var annars ikki líkt til, at talan skuldi gerast um nakran serliga stóran mun ímillum liðini. VB tóktist í útgangsstøðnum at leggja sera varisliga út. Krzyztof Popczynski hevði flutt seg sjálvan oaman á miðvøllin, har hann helst skuldi hjálpa til at skapa meira tyngd í, meðan Robert Cieslewicz varð latin einsamallur á toppinum.

Hóast vágbingar soleiðis tóktust at vilja binda um heilan fingur, so var tó sjónligt, at teir kortini royndu at skapa nakað frameftir. Tá bólturin varð vunnin, royndu teir við skjótum samanspæli at koma sær niðan móti HB brotsteiginum, og hóast tað ongantíð gjørdist heilt vandamikið, so tóktist greitt, at HB-verjan skuldi ansa væl eftir, soleiðis at eingi óneyðug mistøk vórðu framd.

At VB-miðvøllurin var væl mannaður, viðførdi eisini, at HB ikki hevði so lætt við at spæla seg fram til veruligar málmøguleikar.


Alt fall saman

Sostatt var spæliætlanin hjá VB í stóran mun bygd á møguleikan fyri kontraálopum, og hetta mundi eisini vera orsøkin til, at alt brádliga gekk galið hjá gestunum. Eftir at HB skoraði tvey mál innan heilt stutta tíð í fyrra hálvleiki, broyttust fortreytirnar hjá gestunum at spæla, og teir megnaðu ongan tíð at seta nakað trýst niðan móti HB málinum.

Teir royndu at flyta liðið nakað niðaneftir, men einasta avleiðingin av hesum var, at verjuparturin gjørdist sera opin, og satt at siga skulu teir prísa sær lukkuligt fyri, at neyvleikin í HB royndunum ikki var nóg stórur. Bjarni Johansen hevði onkra frálíka bjarging, og stólparnir í Gundadali mundu vera hampuliga illa viðtiknir, tá gestirnir loksins fóru heim.


Kenna sítt pláss

Sýndi VB veikleikar í avriki sínum, so kann ikki sigast annað enn, at HB sýndi stóra styrki, eins og hegni til at gera sær dælt av veikleikunum hjá mótstøðumonnunum.

Sjálvsagt er leikaratilfarið á liðnum gott. Hetta er jú ein av fyrstu fortreytunum fyri at standa seg í fremstu røð, men størsta styrkin hjá HB er ivaleyst, at hvør einstakur leikari kennir sína uppgávu á liðnum. Tá farið verður á vøllin, verða teir 90 minuttirnir avgreiddir uttan stórvegis hóvasták

Burtur sæð frá teimum avrikum, sum gøtumenn stóðu fyri miðskeiðis í 90?unum, man tað vera sera sjáldan, at eitt lið í somikið stóran mun hevur eitt fast konsept at spåæla eftir. Veikleikin í hesum er kanska, at tað kann verða torført at umstilla seg, um alt ikki gongur eftir vild, men hinvegin er sera sjáldan, at fjáltur kemur á spælið.

Harumframt tykist HB eisini nógv styrkt av Una Arge, sum nú aftur er í barndómsfelagnum. Við honum hevur liðið fingið ein leikara, sum kann avgera teir dystir, sum kunnu fella báðar vegir, og hóast úrtøkan væl kundi verið betri sunnudagin, so er einki at ivast í, at Arge maðurin er ein av avgjørdu favorittunum til gylta skógvin hetta kappingarárið.


Málini

Sums sagt, so varð dysturin at kalla avgjørdur innan ein minutt, tá okkurt um eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. Fyrst slapp Andrew ígjøgnum vinstru megin, og tá bólturin gjørdist ov høgur til Una Arge, stóð Allan Mørkøre púra leysur við handaru stong, og eftir at hava tamt, kundi hann við vinstra beini langa bóltin í meskarnar.

Næsta málið átti Jón Rói Jacobsen við húð og hár. Ein slalomtúrurfrá unga miðverjanum ígjøgnum VB miðvøllin endaði í fyrsta umfari við at Bjarni hálvbjargaði rondini frá Una Arge, og so kundi Andrew seta bóltin í tóma málið. Nakað seinni gjørdist tað 3-0, tá Uni Arge sera hegnisliga stútaði innlegg úr høgru í málið, og leingi sá eisini út til, at hetta skuldi gerast endaliga støðan.

Seint í seinna hálvleiki økti Hallur Danielsen so, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum, og tá VB so loksins kom á talvuna, kundi vakra málið frá Jón Paula Olsen ikki nýtast til stórvegis annað enn eina fátæka troyst.



HB-VB 4-1 (3-0)

1-0: Allan Mørkøre

2-0: Andrew av Fløtum

3-0: Uni Arge

4-0: Hallur Danielsen

4-1: Jón Pauli Olsen


Dómari: Súni Johansen


HB: Bárður Johannesesen ? Vagnur M. Moretensen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danilelsen, Uni Arge, Andrew av Fløtum

VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jaocbsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinnussen, Michael í Lágabø, Jón Gærdbo, Dan Djurhuus, Marek Wiersbicki, Krzyztof Popczynski ? Robert Cieslewicz