Úrlætnir frammanfyri hálvt hundrað túsund

Total eyðmýking í fyri hálvleiki endaði ikki við mettapi, tí skotar í seinna hálvleiki koyrdu í tómgongd, meðan teir hugsaðu um EM-dystin mikukvøldið

(Glasgow): Skotland skal nú mikukvøldið spæla á útivølli móti Litava. Um Skotland skal hava møguleika at vinna seg í fyrsta endaspælið síðani 1998, hevur tað alstóran týdning, at teir fáa fulla úrtøku burtur úr longu ferðini eystureftir.
                      Hesin veruleikin var ivaleyst høvuðsorsøkin til, at Føroyar leygardagin á Celtic Park og frammanfyri fleiri enn hálvthundrað túsund væl uppløgdum skotum, sum eftir miseydnaða Berti Vogts tíðarskeiðið aftur veruliga tykjast rokna við sínum monnum, nú Walther Smith hevur ábyrgdina, bara vóru eyðmýktir, men ikki løgdu rygg til mettap.
                      Mettapini eru 7-0 og 8-1. Hesa ferð taptu okkara bara 6-0. Tá ið skotar komu aftur á vøllin eftir steðgin, høvdu teir heilt týðuligt fingið boð um, at nú skuldu teir gira niður. Støðan var 5-0, og eingin orsøk var at taka sær nøkur óráð fyri. Stigini vóru fingin til høldar, og nú snúði tað seg um fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina í Litava. Tí løgdu Føroyar ikki rygg til mettap.
 
Ódnarveðrið
Líkindini vóru góð, og føroysku spælararnir høvdu veruliga ætlað sær uppreisn eftir eyðmýkingina móti Georgia.
                      Fyrstu lítlu løtuna var tað ikki so galið, men tá ið tiggju minuttir vóru farnir, var støðan 2-0. Skotarnir høvdu gjørt heimaarbeiðið. Teir nýttu breiddina sera væl, teir høvdu eyga fyri dýpdaravleveringini til sentrala mannin, teir vistu nær teir skuldu seta ferðina niður og lokka mótstøðumenninar fram á vøllin, og teir dugdu væl at skifta millum lítla og stóra ferð.
Darren Fletcher úr Manchester United var ikki til at steðga. Hann bjóðaði seg til um allan vøllin, reikaði og leitaði í røttu holini, søkti inn í brotsteigin, skoraði, legði upp og fekk brotsspark. Í fyrra hálvleiki var hann stóri spælarin á vøllinum, og føroyingar kunnu prísa seg lukkuligar fyri, at hann varð spardur og tikin út í hálvleikinum.
                      Tá ið Føroyar hava staðið seg væl móti bretskum liðum, hevur tað verið, tí hesi hava oyst høgar skrábóltar inn í føroyska brotsteigin. Soleiðis var tað bara eftir steðgin, og tá fingu skotar einki burturúr. Undan steðginum vóru skotar kontinentalir í spælstíli. Teir spældu flatt og skjótt, og teir fluttu seg so mikið skjótt og nógv, at føroysku miðvallararnir og verjuspælararnir vóru um ein háls.
                      Mistøkini vóru eirindarleyst sektað. Tvey tey fyrstu málini vóru eftir kiks í okkara høgra verjuborði, og eftir at russiski dómarin hevði verið blíður við heimaliðið við at geva teimum tvey brotsspørk, sum hann neyvan hevði bríkslað fyri, um Italia ella Frakland var mótstøðuliðið, so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórt tapið fór at vera.
                      Tað var 6-0. Tennis eggið frá Georgia á heimavølli var endurtikið, og kilturin var pilkaður av føroyska liðnum, sum var heilt groggy, men tíbetur slapp so nøkulunda burturúr seinna hálvleiki.
 
Lítil lærdómur
Vit eru við fyri at læra, hevur so ofta verið tikið til síðani Føroyar í 1990 fyrstu ferð luttóku í altjóða kapping.
                      Lærdómurin hevur áður verið til at fingið eyga á, men avrikið á Celtic Park leygardagin staðfesti, at nógv er eftir at læra hjá nýggja ættarliðnum og ikki minni teimum, sum nú eru teir royndastu og harvið skuldu havt borið liðið.
                      Tað eydnaðist á ongan hátt at fáa føroyska liðið at spæla frameftir. Konseptið við at hava Julian Johnsson og Jónhard Frederiksberg sum arbeiðssamar síðuspælarar, sum samstundis skuldu hótta frameftir vøllinum, eydnaðist ikki.
                      Á sentrala miðvøllinum var tað spildurnýggi Pauli G. Hansen, sum vísti frægasta avrikið, meðan meiri royndu menninir vóru í so anonymir. Christian Høgni Jacobsen formáddi ikki at taka bóltin niður ella at fáa fríspørk, sum kanska kundu havt borið okkurt við sær. Og tá ið deyðbóltsstøðurnar endiliga vóru har, so vóru tær so syndarliga illa misnýttar, sum tað sjáldan áður hevur verið at sæð.
                      Verjan var undir øgiligum trýsti, og onkur teirra vísti seg á ongan hátt at hava kvalitetirnar, sum skulu til fyri at spæla á altjóða støði.
                      Sekkjapípurnar grenjaðu, kilturin var tikin av føroyingunum, og so er spurningurin, um tað fara at verða nakrir, sum fara at fáa sekkin!