RK hevur nógvar bóltar í luftini

Nevndarlimur í Róðrarfelagnum Knørri, Petur í Gong, letur væl at undirtøkuni til komandi kappróðrarár

”Á vári 1985 vildu nakrir Havnardreingir rogva kapp. Teir keyptu eitt áttamannafar og kallaðu tað Knørr, tí tað var eitt vakurt navn…. Tá árið var liðugt, vóru teir Føroyameistarar.”

 

Soleiðis byrjar søgan um Róðrarfelagið Knørr, sum hýsir eyðkendu bláu bátunum við hvítari strípu. 29 ár eftir er felagið víðkað til til ein flota, ið rúmar sjey bátum: tristinum Úlvi, fimmannaføriunum Jallinum, Tambari og Píli, seksmannaførunum Herningi og Jarnbardi, áttamannafarinum Knørri og tíggjumannafarinum Orminum Langa. Øll nøvnini eru tikin úr kvæðnum ´Ormurin Langi´.

 

Nevndarlimur í Róðrarfelagnum Knørri, Petur í Gong, letur væl at undirtøkuni til komandi kappróðrarár.

 

Átta manningar rógva í summar

Eins og søga felagsins leggur upp til, er flaggskipið hjá RK Knørrur. Báturin verður í ár mannaður, og er hetta við einari manning, sum vil nakað, sigur Petur í Gongd. Knørrur hevur ikki vunnið FM síðan 2006.

 

- Teir trúgva uppá FM. Teir ivaðust, um teir skuldu fara við tíggjumannafarinum, men valdu Knørr við tí fyri eygað at manna tíggjumannafarið komandi ár, sigur Petur í Gong.

 

Umframt Knørr, er seksmannafarið Jarnbardur eisini mannaður. Hetta er enn einaferð við Jannie Dam Jacobsen á odda, og har er málið einki minni enn gull, hóast stór útskifting er í mun til manningina, sum vann FM í fjør. Oldgirls fara eisini at rógva við Jarnbardi. Hitt seksmannafarið hjá RK, Herningur, hevur eisini eina old girls manning. Fimmannafarið Jallurin er mannaður við gentum og dreingjum, fimmannafarið Pílur við smágentum og smádreingjum, og møguliga verður Pílur eisini mannaður við gentum.

 

Eins og á Argjum, er tískil eisini líkt til, at tað gongur væl at manna bátarnar í RK. Næstu ferð gongur leiðin til Havnar Róðrarfelag, ið eisin hevur megnað at mannað nógvar bátar.