Inna Törnroos
Guðrið tekur ímóti mær í tí nýggju loftíbúðini mitt í Stockholm. Hon og maðurin Bjørn hava stórar byggiætlanir fyri íbúðina, men í løtuni tekur arbeiðið tað mesta av tíðini hjá Guðrið.
Klokkan er 19.30 og Guðrið er akkurát komin frá arbeiði, hon hevur havt fund við eitt reklamuvirki. Hon letur seg skjótt úr tí formellu skjúrtuni og blakar seg í sofuna í t-shirt og flesakjóla.
Guðrið er uppvaksin í Rituvík og er nummar sjey av átta syskjum. Hon fór fyrstu ferð úr Føroyum longu sum 16 ára gomul. Tá bar leiðin til Spania sum AFS-ari.
Tað árið var tað týdningarmiklasta í mínum lívi, eg lærdi meg spanskt og víðkaði mín sjónarring.
Eitt ár seinni kom hon aftur og byrjaði á HF í Eysturoynni. Aftan á tvey ár og eitt flott prógv bar leiðin fyrst til Onglands sum au pair og seinni til Handilsháskúlan í Keypmannahavn. Guðrið byrjaði at lesa internationella marknaðarføring saman við enskum og sponskum.
Maðurin Bjørn, sum er svenskari, arbeiddi tá fyri stóru fyritøkuna Ericsson í Keypmannahavn. Síðsta árið á tí fimm ára longu útbúgvingini vildi Guðrið gjarna taka uttanlands, og bar tí leiðin til Stockholm 1998.
Tað var í Stockholm, Guðrið byrjaði at arbeiða við ferðavinnu. Hon fekk eitt lestrararbeiði á Danska Turistráðnum í Stockholm og bleiv so væl dámd, at eftir lokna útbúgving bleiv hon boðin fast arbeiði við ábyrgd fyri tí strategisku marknaðarføringini av Danmark í Svøríki.
Eg var heppin at fáa mítt fyrsta arbeiði so lætt, tað er annars ofta ringt at fáa fyrsta starvið, tá tú ikki hevur nakrar royndir, sigur Guðrið.
Hon arbeiddi í fimm ár á Danmarks Turistråd og fekk støðugt meira ábyrgd. Hetta var um tað mundið, tá Oyrasundsbrúgvin bleiv upplatin, og tí var áhugin fyri Danmark í Svøríki sera stórur.
Tað var eisini á tí arbeiðsplássinum, har Guðrið møtti sínum sokallaða mentor, Martin Rosborg. Han var tá leiðari á Danmarks Turistråd, og Guðrið bleiv skjótt hansara høgra hond.
Tá hann fekk tilboð um at taka við róðrinum á Stockholm Visitors Board, sum er organisatiónin fyri alla ferðavinnu í Stockholm, var hann ikki seinur at lokka nøkur av sínum bestu starvsfólkum við til nýggja arbeiðið. Og har var sjálvandi Guðrið Højgaard ein.
Eg innsá, at tað var ein »once in a lifetime« møguleiki hjá mær, sigur Guðrið, men sigur eisini at tað ikki var uttan iva hon tók av.
Tað var ein sera stór avbjóðing at taka yvir marknaðar- og PR-deildina upp á 10 fólk og at fáa so stóra ábyrgd.
Guðrið var tá einans 32 ár, og tey flestu, hon skuldi vera stjóri hjá, vóru væl eldri enn hon sjálv og høvdu arbeitt leingi á Stockholm Visitors Board.
Hevur tú møtt nakrari mótstøðu eftirsum tú ert so ung og haraftrat kvinna?
Nei eg eri sera væl móttikin og havi onga negativa uppliving havt enn - heldur hinvegin at kommentarirnir hava verið positivir til mín aldur og at eg eri fyrsta kvinnan sum hevur hetta starvið. Sjálvandi er tað kanska eitt sindur løgið viðhvørt, tá míni starvsfólk, sum eru um 50 ára aldur presentera meg fyri vinfólkum og siga, at eg eri teirra stjóri - tá síggja tey ofta eitt sindur yvirraskaði út.
Krevst tað meira av tær sum er ung?
Ja, eg má fyrireika meg betur enn onnur, tí eg havi enn nógv at læra. Tað er týðningarmikið at seta seg í respekt, tí eg verði granskað harðari enn teir menn um 40-50 ár, sum vanligtvís eru við á okkara fundum. Fyrstu ferð eg var á leiðslufundi fyri Danmarks Turistråd í Keypmannahavn, var eg bert 27 ár.
Guðrið tosar títt og engagerað, tá tosið kemur inn á hennara núverandi starv. Tíðuligt er at hon brennur fyri sítt arbeiði. Hon nevnur øll fantastisk ting sum eru at síggja í Stockholm og heldur, at hon hevur eitt takknemligt arbeiði at marknaðarføra eitt so flott produkt.
Heldur tú, at føroyingar burdu brúkt ein túsundlepa aftrat upp á sína ferð og komið til Stockholm ístaðin fyri at altíð enda í Keypmannahavn?
Ja so avgjørt. Stockholm er verðins vakrasti høvuðstaður sum er bygdur á 14 oyggjar. Nattúran er fantastiska vøkur, mentanarlívið er spennandi, tónleikalívið er ríkt og ikki at forgloyma allar teir lekru handlarnar.
Og tann lága svenska krónan ger tað bíligt at keypa hjá føroyingum, sigur Guðrið.
Hóast at hon hevur búð uttanlands helvtina av sínum lívi, so er hon ofta heima og vitjar sína stóru familju. Tey merkja sera nógv fyri hana og hava verið hennara stóru stuðlar í øllum tí hon hevur fingist við.
Foreldur míni hava altíð stuðlað mær í mínum lívsvalum.
Størsta fyrimyndin hjá Guðrið er fasturin Nikolina Højgaard Simonsen, sum stovnaði Barnaheimið í Tórshavn.
Hon gjørdi eitt stórt sosialt arbeiði í samfelagnum og gav sera nógv av sær sjálvari. Hon var eitt framúrskarandi dømi uppá »girlpower«.
Uppá spurningin um hon hevði hugsað sær at flutt heimaftur til Føroyar svarar Guðrið bæði ja og nei.
Ja, tí eg gjarna hevði viljað arbeitt fyri tað land, har eg havi slitið mínar barnaskógvar og nei tí eg veit ikki, um eg trívist í Føroyum longur. Aftaná nakrar dagar blívi eg stressað av lítlum bygdum har alt er friðarligt - eg vil at tað skal henda nógv rundan um meg, sigur hon.
Uppvaksin í Rituvík fær Guðrið onkuntíð spurningin, hvussu tað ber til, at hon er komin so langt í einum stórbýi. Tá hevur hon altíð svar uppá tal.
At koma frá eini lítlari føroyskari bygd er ikki nakað hindur fyri at fáa altjóða framgongd. Eg haldi, at tað er ein stór lívslygn at halda, at eins framgongd er proportionell við størrilsi av eins heimbýi. Tað er meira spurningurin um breiddina á eins mentala sjónarringi, sum er avgerandi fyri, hvat man uppnær í lívinum og ikki hvussu nógvar nábúgvar man hevur.
Guðrið trýr nógv upp á ta føroysku ferðavinnuna. Men hóast at ferðavinnan er nógv ment tey seinastu árini, so meinar hon at nógv er at gera enn.
Latið vera við at fokusera upp á veðrið - vit búgva í Norðanlondum og ikki á Bahamas. Royn heldur at taka tað positiva fram í teimum fýra árstíðunum, sum vit hava her norðuri og forlongið upp á tann mátan sæsongina. Ikki minst kann nógv gerast innan fyri forrætningsferðir, har tað uttan iva ber til at finna eina góða balansu millum arbeiðskonferensur kombinerað við spennandi aktivitetum í føroysku náttúruni.
Tann stutta sæsongin er ikki tann størsti trupulleikin fyri føroyska ferðavinnu heldur Guðrið uttan tað eru tey longu verkføllini.
Verkføllini fær ein ikki at hugsa um Føroyar sum eitt framkomið land uttan heldur um eitt bóndasamfelag, sum verður lamsligið í heilum og ikki er til at líta á.
Eisini heldur Guðrið, at ferðavinnan í Føroyum hevur brúk fyri fleiri stórum íleggjarum fyri at fáa onkra stóra attraktión sum ger Føroyar til eitt land har man bara má fara.
Føroyar hevur brúk fyri einari »Blue Lagoon ella Legoland effekt«
Arbeiðið hjá Guðrið ger, at hon ferðast nógv runt allan heimin við sínum starvsfelagum í royndini at selja Stockholm. Í síðstu viku var hon í Russlandi og í novembur skal hon til Kina at royna at fáa fleiri flogfeløg at byrja at flúgva til Stockholm. Um tað verður ein ferð heim til Føroyar á jólum hevur hon ikki avgjørt enn. Men maður hennara er vísur í síni søk - tá tað nærkast jólum, vil hon altíð heim til Rituvíkar.
FAKTA
Navn: Guðrið Højgaard
Aldur: 33 ár
Býr: Stockholm
Ættað úr: Rituvík
Familja: Maðurin Bjørn + foreldur og sjey systkin í Føroyum og Danmark
Arbeiði: Marknaðarstjóri fyri tí privatu ferðavinnuni í Stockholm
FAKTA Ferðavinna í Stockholm
Umsetur 20 miljardir um árið
8 miljónir yvirnáttningar
18 000 arbeiðspláss
2005 er besta árið nakrantíð hjá ferðavinnuni í Stockholm










