Riturnar savnast á Flemish Cap um veturin

Á vetri eru 80% av øllum ritunum í norður Atlantshavi samlaðar, vísir nýggj kanning.

Sagt verður, at umleið tvær milliónir ritupør eiga í bjørgunum kring norður Atlantshavið. Hinvegin eru fáar pisur komnar undan seinastu árini, og stovnurin er tí minkaður.

- Høvuðsorsøkin til at pisurnar doyggja er helst føðitrot tætt við ritubjørgini um summarið, men umstøðurnar, har riturnar eru um veturin, hava eisini týdning fyri trivnaðin, verður sagt.

Um veturin savnast 80 prosent av ritunum í norður Atlantshavi á Flemish Cap-leiðini, vestan fyri Miðatlantiska Ryggin. Tí kann ein broyting í umstøðunum har ávirka allan stovnin.

Higartil hevur kunnleikin, um hvar riturnar halda til um veturin, verið vánaligur, tí vanlig ringmerking gevur ikki eina góða mynd av, hvar tær eru úti á opnum havi, tí her er lítil møguleiki fyri at finna ringarnar aftur.

Nýggj tøkni við ljósloggarum á ringunum, kann harafturímóti goyma upplýsingar um, hvar fuglurin hevur verið hvønn einstakan dag.

- Vit hava tí merkt ritur í 19 bjørgum kring norður Atlantshavið við ljósloggarum, og úrslitið er, at 80% av øllum ritunum fara vestureftir, verður upplýst úr kanningini.