Síðani væl kenda Ritt Bjerregaard úr danska javnaðarflokkinum gjørdist yvirborgarstjóri í Keypmannahavn tann 1. januar í 2006, hevur hon brúkt hvønn mikudag til at fara runt í kommununi fyri at vita hvat rørir seg. Leiðslan og venjarin hjá Frem vístu Ritt Bjerregaard runt á leikvøllinum, og á venjingarøkinum hjá Frem. Yvirborgarstjórin var hugtikin av teimum nýggju graslíkisvallunum, sum Frem hevur á sínum venjingarøki. Ritt heilsaði eisini uppá spælarnar hjá Frem. Hon hevði nøkur góð orð til Atla Danielsen, Jón Róa Jacobsen og hinar spælarnar í Frem, og minti teir á, at teir hava fyrr víst, at teir kunnu reisa seg aftur. Ritt spurdi spælarnar, um teir høvdu nakað ímóti at taka eina felagsmynd saman við henni, og tað var eingin trupulleiki.