Ritt Bjerregaard gevst

Ritt Bjerregaard, yvirborgmeistari í Keypmannahavn, boðaði fyri løtu síðani frá, at hon stillar ikki upp aftur til kommunuvalið í heyst Grand old lady í donskum politikki, Ritt Bjerregaard, sum verður 68 ár í mai, boðaði á einum tíðindafundi seinnapartin í dag frá, at hon gevst í politikki. Orsøkin sigst fyrst og fremst vera, at magistratstýrið í Keypmannahavn er so tung at dragast við, at tørvur er á yngri kreftum, sum kunnu arbeiða meira langsiktað enn hon sjálv megnar. Tí hevur hon valt ikki at stilla upp aftur til danska kommunuvalið, sum verður í heyst.

Ritt Bjerregaard var annars eitt av stóru aktivunum hjá donsku sosialdemokratunum, tá hon játtaði at stilla upp til í Keypmannahavnar Kommunu í 2005, har hon fekk omanfyri 60.000 persónligar atkvøður.

Sambært Ritt Bjerregaard hevur hon heldur ongar ætlanir um at stilla upp til onnur politisk álitisstørv. Kortini ætlar hon at gagnnýta drúgvu politisku royndirnar við framhaldandi at luttaka í politiska orðaskiftinum, bæði persónliga og við at skriva.

Nógv rumbul hevur verið í Keypmannahavnar Kommunu seinastu árini. Danskir miðlar siga í dag, at Ritt Bjerregaard sveik, tá hon ikki megnaði at uppfylla vallyftið um at fáa til vega 5000 nýggjar bíligar íbúðir í Keypmannahavn. Og stríðið um ungdómshúsið kravdi eisini nógv av Ritt Bjerregaard.

Ritt Bjerregaard varð fyrstu ferð vald í danska fólkatingið í 1971. Tríggjar ferðir hevur hon verið ráðharri ? í undirvísingarmálum, sosialmálum og matvørurmálum.

Harumframt var hon danskur ES-ráðharri seinnu helvt av 90árunum.