Rithøvundar hitta fólk í Steinprenti

Hósdagin klokkan 16 hevur Mentunargrunnur Studentafelagsins móttøku, í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð.

Á móttøkuni verða nýggju bøkurnar grunnurin gevur út í heyst, lagdar fram og samstundis verður høvi at hitta høvundar og tann, sum keypir bøkur, fær teir eisini at skriva eina heilsan í tær.

Tær nýggju bøkurnar Mentunargrunnur Studentafelagsins, gevur út í heyst, eru: Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars Jógvan Isaksen: Prædikarin Dagny Joensen: Alt av kærleika Hanus Kamban: Daphnis og Chloe, umseting eftir Longos Paulina M.K. Eliasen: Brodering til tann føroyska tjóðbúnan Tóroddur Poulsen: Einglasuð Jóanes Nielsen: Aftan á undrið