Tað var sum í gamlar dagar mikudagin, tá Ritan knappliga stevndi inn í havnarlagið í Skopun.
Orsøkin var, at Teistin fekk trupulleikar við elskipanini, og tað førdi við sær, at hann fekk ikki latið portrið upp, og tí fekst hvørki fólk ella bilar umborð.
Vit fóru beinanvegin at rigga Ternuna til, so hon kundi setast inn í siglingina, men tað fóru kortini at ganga nakrir tímar, áðrenn hon var klár. Hon liggur til dagligt í Suðri, men hon skal setast inn á ovastevnu kortini, so hon skuldi norður um fjør kortini, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni.
Men tað gjørdist long tíð hjá sandoyingum at bíða, og tí gjørdi Strandferðslan av, at seta Rituna inn á Skopunarleiðini.
Nólsoyingar høvdu longu havt tríggjar túrar um morgunin, meðan sandoyingar onga rutu høvdu havt í fleiri tímar, og tí gjørdu vit av at avlýsa túrin úr Havn klokkan 12 og úr Nólsoy klokkan 13, og í staðin seta Rituna inn í siglingina millum Skopun og Gomlurætt, sigur Bogi Mortensen.
Ritan fór tí av Havnini til Skopunar, og gjørdi so ein túr hagani á Gomlurætt og aftur til Skopunar. Síðani gjørdi Ritan enn ein túr á Gomlurætt, men tá høvdu menn fingið umvælt Teistan, og hann tók so yvir sína vanligu sigling.
Harvið var Ritan klár aftur á nólsoyarleiðini til túrin klokkan 16.20.
Sostatt var Ritan bert burtur tann eina túrin, meðan Ternan nú er klár at seta í sigling á ovastevnu.