Nólsoyingar ganga eini strævnari tíð ímóti. 267 fólk telja ikki nógv millum landsins kosnu menn og kvinnur, av teirri einføldu orsøk, at vit standa ikki saman politiskt og koma tískil ongantíð "at eiga" ein politikkara.
Tí hava vit enn gomlu fittu Ritu. Sum haft um beinini er eisini hon við til at forða menningini og trivnaðinum hjá okkum sum búleikast á hesi vøkru oyggj - vernd høvuðstaðsins.
Tað stendur so klárt á bls. 12, 13, 14 og 15 í Dimmalætting 31. juli: Løgmaður hevur ongar ætlanir um at skumpa undir at samferðslan til og úr Nólsoy, í næstu framtíð verður trygg og sømandi tíðini vit liva í.
Eg kundi hugsað mær at klipt og sett saman onkur orð í røðuni, so eg onkunsvegna fekk bygt setningarnar: "Nólsoyingar kunnu eisini gleðast um, at í farnu tingsetu hevur orka verið løgd í at fáa til vega nýbygda Ritu at knýta Nólsoynna til meginøkið - í seinasta lagi á sumri 2009". Men gakk! Orðini "Nólsoy" og "Rita" eru ikki at finna í løgmansrøðuni. Eg kundi sett onkran tunnil ella okkurt annað skipanavn saman við øðrum bygdarnøvnum - men tað loysir ikki okkara trupulleika.
At løgmaður nevnir "smidligt infrakervi" er sera áhugavert, tí tá leita tankarnir burtur frá umstøðunum vit liva undir nú, har lamin og veik skulu berast í land og okkara farnu vinir og skyldfólk skulu í kistu - við krana - lossast og landast fyri at sleppa undir grønu torvu. Smidligt má bæði kunna nýtast, sum lýsing fyri hvussu skip og bussar loysa tænastur, samstundis sum ferðafólk eisini smidliga kunnu nýta skip og bussar.
Sjálvsagt er tað gleðiligt at túratalið er økt og at ferðaseðlarnir eru bíligari. Tað kann væntandi økja um ferðafólkatalið. Men enn er langt á mál! Tí er tað so harmiligt, og hugstoytt, at tó at landsstýrismaðurin hevur lovað nýtt skip í 2009, so er hetta ikki nakað sitandi løgmaður tekur upp á tungu - tað hevði annars bæði verið afturlítandi og kunna verið gott tilfar at víst á framburðin við Visión 2015.
"Onkur varði er eftir at laga", tað vil so vera. Tí hevði tað verið áhugavert at hoyrt, um Ritan er ein varði, ið stendur liðugur á sumri 2009 - ein varði, har nólsoyingar hava tikið lut í laðingini og ikki bert staði sum áskoðarar til okkurt skrivstovubygningsverk!
Tankarnir leita norðureftir og kann eg bert gleðast saman við teimum, ið eru bundin av "Másanum", at Strandfaraskip Landsins hevur funnið vegin út á alnótina og hevur sambært Kringvarpinum funnið nógv skip, ið eru nýtilig at seta inn. Har síggja vit munin: Norðanfyri eru veljararnir fleiri í tali, flokkurin er kanska eisini tann rætti og skjótt skulu vit aftur velja menn og kvinnur inn á ting. Ikki vænti eg, at nógv í næstum nýta samferðsluna um Nólsoyarfjørð sum valagn.
Tí hevði tað verið uppaftur gleðiligari at hoyrt politikkarar spurt eftir "Nýggju Rituni anno 2009". Lat ikki "okkara" 30 milliónir verða tær, ið spardar verða fyri at tálma búskapinum. Lat heldur hesar milliónir verða ein orsøk til at fleiri velja at búleikast í Nólsoy og gera nyttu av ætlanunum um grønu oynna.









