Rit um miðnám

Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar

Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar, sigur søguna hjá føroysku miðnámsskúlunum, rekir fakfelagsrørsluna hjá miðnámsskúlalærarum og mangt annað Eitt nú verður nortið við nýggja próvtalsstigan, opinleika um ársmet, skúlabøkur á føroyskum og meting í undirvísing og læring.

 

- Tað hendir nógv spennandi á miðnámsskúlaøkinum og í føroyska skúlanum sum heild. Nógv hevur almennan áhuga, og tí geva vit hesa bók út. Til rannsakan og sjálvrannsakan, siga teir báðir, Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson, sum hava ritstjórnað. Forlagið Glint gevur hana út.