Ristin til svartkjaftaskipini er nú ávegis

- Av teimum trimum sløgunum av rist, sum roynd eru higartil, verður mett, at flexigrid-ristin, er besta loysnin. Henda ristin er best at arbeiða við á dekkinum, og eisini hevur hon tann fyrimun, at rørini lættliga kunnu skiftast út, um tey brotna. Arbeitt verður í løtuni við at gera hesa ristina enn betri, eitt nú við at nýta tynri rør, soleiðis at ristin tekur minni sjógv á seg, umframt at gera stívararnar sterkari og betri, sigur Fiskirannsóknarstovan

Skiljirist

Fiskirannsóknarstovan hevur skrivað eina ávegis frágreiðing um verkætlanina, sum byggir á royndirnar við rist í svartkjaftatroli.
- Endamálið við verkætlanini er at gera royndir við skiljiristum fyri at loysa trupulleikan við hjáveiði í svartkjaftafiskiskapinum, sum av og á kann vera ein trupulleiki hjá skipunum, sigur stovnurin og vísir á, at henda verkætlan nú er komið nakað áleiðis.

Í tveimum
Fiskirannsóknarstovan sigur, at trupulleikin kann býtast í tvey.
- Fyri tað fyrsta skal ristin skilja so nógv, sum møguligt av óynsktari hjáveiði úr trolinum, samstundis sum hon má gerast soleiðis, at arbeiðast kann við henni á dekkinum.
Flestu svartkjaftaskipini hava stutt troldekk og trumlu at draga trolið uppá.
- Ristin má tola at vera malin uppá eina trumlu uttan at fáa skaða. Harafturat stendur sera nógv á, tí
nøgdin í hálunum er vanliga fleiri 100 tons.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at higartil eru trý sløg av ristum roynd, nevniliga ein rist úr stáli, ein úr plastikki og ein, sum er gjørd úr plastrørum við enda ígjøgnum, soleiðis at hon ikki bognar, men heldur fellur saman, tá hon kemur ímóti eitt nú "vanganum" á trumluni.
Undirsjóvarupptøkur eru gjørdar av øllum ristunum.
Ein uppsamlingsposi hevur verið festur á trolposan undir ristini, har fiskurin, sum ikki fór ígjøgnum ristina, sleppur út.

Fyrsta og onnur
Tann fyrsta ristin, sum royndir hava verið gjørdar við, var gjørd úr stáli. Mátið var 1,60 m x 3,60 m í trimum
stykkjum á 1,60 m x 1,20 m. Stykkini vóru heft saman við ketulásum.
- Ristin úr stáli vísti seg at síla best sjógv av teimum trimum, sum royndar eru higartil, men trupulleikin við hesi ristini er, at hon bognar sera lætt og rættar seg ikki útaftur.
Onnur ristin, sum roynd hevur verið, er gjørd úr plasti. Hon er úr sama tilfari, sum rækjuristir eru gjørdar úr.
- Hesar ristir verða keyptar úr Kanada, og mátið á teimum er 1,60 m x 3,60 m í trimum stykkjum á 1,60 m x 1,20 m. Hetta eru somu ristir, sum royndar eru í Íslandi.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at fyrimunurin við plast-tilfarinum er, at tað er lætt, og tað heldur boygnar enn brotnar.
- Vansin við plastristini er hinvegin, at tað er nógv tilfar í henni í mun til flatuna, soleiðis at ristin tekur nógvan sjógv á seg; tí verður streymurin av sjógvi gjøgnum ristina ringur Upptøkur av hesi ristini í sjónum vístu, at sjógvurin ikki slapp so væl aftur gjøgnum, sum við stálristini. Netið frammanfyri ristina posaði soleiðis út, og fiskur legði seg á netið frammanfyri. Svartkjafturin vísti seg tó at fara aftur gjøgnum ristina, og lítið av svartkjafti var í uppsamlingsposanum.
Á tveimum tóvum var upptøkutól nýtt, har fiskurin fór úr trolinum í uppsamlingsposan. Í hesum posa var 350 kg. fyrra tóvið og 380 kg. seinna tóvið. Í tí vanliga posanum var nógv minni av matfiski . Støddin á fiskinum í uppsamlingsposanum var 55100 cm og tann eini upsin, sum varð mátaður úr vanliga posanum, var 63 cm.

Triðja ristin
Tann triðja ristin, sum royndir hava verið gjørdar við, er evnað úr plastrørum, sum vóru drigin upp á ein enda og fest
saman sum eitt net.
- Hetta slagið av rist kallast "flexigrid" og verður gjørt í Hetlandi. Hesar ristir hava verið nýttar í alivinnuni í nøkur ár til at støddarskilja laks í ringunum.
Tjúkdin á rørunum í ristini, sum royndir eru gjørdar við, er 25 mm. Hvør meskur var 30 cm. høgur og 6 cm. breiður. Netið er í einum stykki, men aftanfyri ristina vórðu lagdir 4 stívarar fyri, at netið ikki skuldi sleppa at buga ov nógv aftureftir.
Fiskirannsóknarstovan vísir á, at hesir stívarar vóru úr svørtum plasti ella úr sama tilfari, sum ristin úr Kanada. Stívararnir vóru festir í erva, í neðra og tveir í miðjuni við 1,20 m. ímillum. Longdin á teimum var 1,60 m. og tjúkdin umleið 25 mm. x 60 mm.
- Hendan ristin - flexigrid-ristin - vísir seg at rigga nógv betur enn plastristin, men sílar ikki so væl, sum stálristin. Tann stóri fyrimunurin við hesi ristini er, at hon er løtt at taka inn og koyra út, tí hon leggur seg saman, tá hálað verður. Tað einasta, sum stingur út, eru teir fýra stívararnir.
Av "flexigrid" eru bert gjørdar undirsjóvarupptøkur, tá roynt hevur verið eftir sild.
- Næraberg hevur í løtuni eina flexigrid-rist umborð, har rørini eru 20 mm. í staðin fyri 25 mm. Henda rist hevur eisini sterkari stívarar. Teir hava eisini roynt ristina við 25 mm. rørum og siga, at báðar ristirnar rigga væl at skilja hjáveiði frá við. Teir halda ikki, at nógvur svartkjaftur fer út orsaka av ristini.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at ætlanin er at fara við Nærabergi í næstum at gera upptøkur av ristunum og at kanna, hvat fer út við at nýta uppsamlingsposa.
- Av teimum trimum sløgunum av rist, sum roynd eru higartil, verður mett, at tann seinasta, flexigrid-ristin, er besta loysnin, tí hon er tann, sum er best at arbeiða við á dekkinum. Eisini hevur hon tann fyrimun, at rørini lættliga kunnu skiftast út, um tey brotna.
Arbeitt verður í løtuni við at gera hesa seinastu ristina enn betri, eitt nú við at nýta tynri rør, soleiðis at hon tekur minni sjógv á seg, umframt at gera stívararnar sterkari og betri.
Ein rist er bíløgd úr Hetlandi, har rørini loddrætt eru 25 mm tjúkk og rørini tvørturum eru 15 mm
tjúkk.

Royndir hjá íslendingum
Fiskirannsóknarstovan veit at siga, at íslendingar hava gjørt royndir við rist í svartkjaftatroli í 2004 og í juni 2005.
- Skipini, sum royndu ristirnar, vóru Børkur og Faxi frá Neskaupsstøðum. Teir royndu tvær ristir úr plasti. Onnur er gjørd í Kanada og er líka sum plastristin, ið vit hava roynt, 3,60 m x 1,60 m í trimum stykkjum. Millumrúmið á báðum ristunum var 55 mm. Hin ristin var úr øðrum plasttilfari, og mátini vóru 3 m x 2 m. Hallið á báðum ristunum var 45 stig, mált á landi.
Úrslitið hjá íslendingum var, at ristin úr Kanada royndist betur enn tann seinna, og hjáveiðan minkaði úr í minsta lagi 4-5% niður í minni enn 0,4 %.
- Íslendingar meta, at millumrúmið upp á 55 mm er hóskandi, og at hallið skal vera umleið 45 stig.
Fiskirannsóknarstovan veit at siga, at í Íslandi nú er lóg um, at skip skulu nýta rist í ávísum økjum.
- Henda rist skal hava eitt hall upp á 45 stig, og millumrúmið millum rimarnar skal vera 55 mm, í miðal yvir 10 rimar. Netið, sum ristin situr í, skal vera minni enn 80 mm. Hetta eru fyribilstreytir í Íslandi, sum ætlanin er at endurskoða í 2006, sigur Fiskirannsóknarstovan í síni ávegis frágreiðing um rist í svartkjaftatroli.