Rishi Sunak stendur nú til at gerast formaður í Konservativa flokkinum í Bretlandi. Tað er greitt, nú forkvinna floksins á tingi, Penny Mordaunt, hevur tikið seg aftur.
Harvið verður einki mótvalevni ímóti fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum hjá Boris Johnson, Rishi Sunak.
Rishi Sunak er av ríkastu politikarum í Bretlandi. Hann er 42 ára gamal og av indiskari ætt. Hann hevur sitið í tinginum síðani 2015, hevur lisið politikk og heimsspeki á Oxford og í Stanford.
Hann er fyrsti forsætisráðharri landsins, sum ikki er kristin, tí hann er hinduari.