Risastórur lottovinningur í USA

Sannur lottofepur hevur herjað USA í dag, og tað er ikki so løgið, tí í nátt verður drigið um tann næststørsta vinningin í USA nakrantíð. Hann er heilar 500 milliónir dollarar.

Tann ovurstóri vinningurin er í tí sokallaða Powerball-spælinum, sum spælt verður um í 42 statum. Eingin hevur vunnið tann stóra vinningin síðani tann 6. oktober, og tað hevur gjørt, at nú er høvuðsvinningurin ein hálv milliard dollarar.

Møguleikin er vinna er sera, sera lítil ella ein av 175,2 milliónum.

Tann størsti lottovinningurin í USA nakrantíð var 640 milliónir dollarar, sum tríggir spælarar í statunum Illinois, Maryland og Kansas býttu sínamillum.