Risastórt tiltak fyri føroyingar í Danmark í september

MÍTTLAND er heiti á einum risastórum mentanar- og konserttiltaki, sum verður 28. september 2013 í Keypmannahavn. Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri einum slíkum stórum tiltaki fyri føroyingar í Danmark. Heitið MÍTTLAND lýsir tað, sum alt snýr seg um, nevniliga heimlandið Føroyar. Tiltakið fer fram á Amager Strand á økinum, sum verður rópt Femøren.

 

Gudmundur Djurhuus, sum er stigtakari og samskipari av tiltakinum, sigur, at endamálið við hesum stóra mentanar- og konsertdegi er at skapa eitt tiltak, sum fyrst og fremst er fyri føroyingar í Danmark, men eisini onnur fólk, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskari mentan eru hjartaliga vælkomin. Alt, sum verður at uppliva hendan stóra dagin, er føroyskt. Allur tónleikur er føroyskur, eins og matur og sniðgivin klædnapløgg verða úr Føroyum. Konsertirnar fara fram á einum stóra pallinum á Femøren við øllum, sum hoyrir til av tøkni og ljósi.

 

- Okkara tónleikarar fáa sostatt høvi at vísa seg frá teirra bestu síðu, sigur Gudmundur Djurhuus og leggur aftrat:

 

- Tiltakið MÍTTLAND fer at lýsa, hvørji vit eru, og hvat vit eru, tá tað snýr seg um framførslu á palli, fyrst og fremst tónleik, men eisini tá tað kemur til sniðgávu og mat.

 

Tónleikanøvnini, sum fara at luttaka á MÍTTLAND 28. september á Femøren úti á Amager Strand verða hesi:

 

Kim Hansen

Stanley Samuelsen

Hanus G

Sámal Ravnsfjall

Martin Joensen

Lív Næs og Tróndur

Eyðun Nolsøe

Terji Rasmussen

Alex Bærendsen

Kristina Bærendsen

Evi Tausen

Hallur Joensen

Ólavur Højgaard

Flamma

Jens Marni

The Reverends

Karl Martin Samuelsen

Lena Anderssen

Pól Arne

Edmund Jacobsen

Høgni Lisberg

200