Risastórt øki til oljuleiting

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, lat í dag loyvini í triðja útbjóðingarumfari til leiting eftir kolvetnum.

Trý loyvi eru latin 5 feløgum, har tvey loyvi eru latin einstøkum feløgum, meðan eitt loyvi er latið einum bólki við fýra feløgum.

Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur: ?Við teimum loyvum, vit hava latið í dag, verður loyvisøkið á føroyska landgrunninum víðkað við meira enn 50% í mun til frammanundan. Vit taka soleiðis enn eitt stórt stig framá í tí leitivirksemi, sum skal føra til, at kolvetni verða funnin og útvunnin á føroyskum øki. Vert er eisini at leggja til merkis, at vit í dag hava latið tað higartil størsta loyvið í vídd á føroyska landgrunninum.?

Loyvini í tríðja útbjóðingarumfari fevna um eitt samlað øki, ið er 6.505 km2, soleiðis at samlaða loyvisøkið á føroyska landgrunninum í dag er 17.673 km2.

Loyvisskeiðini eru millum trý og seks ár. Skeiðini eru býtt upp í tíðarskeið, har avgerð skal takast við endan av hvørjum skeiði, hvørt farið verður víðari til næsta skeið.

Arbeiðsskyldurnar fevna um innsavnan og viðgerð av ymsum dátum.