Risastórir eiturkoppar vóru í bilinum

- Bilurin, sum eiturkopparnir vóru í, kom úr Ungarn, so helst stava teir haðani, veit heimasíðan hjá Jens-Kjeld Jensen at siga.

- Teir báðir risastóru eiturkopparnir, sum Torkil Sørensen fann í einum bili á bilaverkstaðnum hjá Glenn Perdomo hin 19. november í ár, eru nú eyðmerktir at vera av slagnum Larinioides ixobolus (Thorell, 1873).

 

Tað veit Marita Gulklett í Nólsoy at siga á sínari Facebook-síðu, har hon eisini vísir til heimasíðuna hjá Jens-Kjeld Jensen http://jenskjeld.info/FO_side/eiturkoppar.html

 

Hon vísir á, at hetta slagið av eiturkoppi er ikki kent í Norðanlondum, men finst í Týsklandi, Eysturevropa og yvir móti Asia.

 

- Bilurin, sum eiturkopparnir vóru í, kom úr Ungarn, so helst stava teir haðani. Hetta vóru tvær honir.

 

Marita Gulklett veit eisini at siga, at tað var okkara lokali “spiderman”, Dánial Jespersen, sum var lívbjargari hetta kvøldið, tá eiturkopparnir vórðu fangaðir.


- Hann fór á verkstaðið og fangaði allan bandan - og kom so oman til okkum við teimum.


At enda heldur Marita Gulklett fyri, at fólk, sum ferðast uttanlands, eiga at ansa eftir, hvat sníkir seg niður í kuffertið á ferðini.


- Tað eru heilt nógvir ”blindir passagerar”, sum koma til Føroya á henda hátt, leggur hon aftrat.