Oljufund
So bleiv tað endaliga váttað - leysatíðindini, sum fyrst vóru í Sosialinum og síðani altjóða oljublaðnum Upstream ? um at ein risastór oljuelda er funnin á bretskum øki, skamt frá føroyska markinum. Tað var í heyst, at tíðindi vóru likin út um, at West Navigator, sum ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV høvdu leigað til eina boring norðuri á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar, hevði rakt við nógva og góða olju og nakað av gassi eisini. Tað hevur ljóðað, at feløgini fóru ikki at kungera hetta soleingi, at útbjóðingin á føroyska landgrunninum ikki varð latin aftur. Tað gjørdi hon 17. november. Og í dag 8. desember verður so alment váttað og staðfest, at gjørt er eitt "significant oilfind", eitt týðandi oljufund, sum á oljumáli eisini kann tulkast sum eitt risastórt fund, tá hugsað verður um, at fundin helst er omanfyri hálva milliard tunnur.
Nú verður so arbeitt við at finna boripall til at gera ein ella tveir avmarkingarbrunnar longu í næsta ár. Um hesir vísa seg at liva upp til vónirnar og metingarnar, so kann her blíva talan um oljuframleiðslu um kanska eini fimm ár ella so. Tað vil so vera tann oljuframleiðslan, sum fer at liggja tættast upp at føroyska markinum.
Tað ljóðar frá keldum sum Sosialurin hevur tosað við, at tilfarið, jarðfrøðin og umstøðurnar í undirgrundini, har fundið er gjørt, eru meinlíkar teimum, sum feløgini longu halda seg síggja føroysku megin markið. Og tað serstakliga áhugaverda í hesum er so eisini, at júst í hesum økinum á landgrunninum, beint við markið har norðuri, er l.ítið og einki basalt. Og tað merkir so aftur, at lættari og skjótari verður at koma niður á eitt møguligt líknandi oljufelt í føroysku undirgrundini.
Tíðindini um eitt oljufund verða váttað á heimasíðuni hjá Statoil stutt eftir klokkan 13 mikudag. Har stendur m.a. at ChevronTexaco hevur kunngjørt, at "a significant oil and gass discovery" er gjørt nær markið. Talan er um teigin 213/27 í 1100 metra dýpi. Borað er niður á 3.607 metrar. Borginin endaði 30. august.
Gregory Himes, sum er varaforseti fyri leiting hjá Statoil í Europa sigur, at felagið sær funið sum sera týdningarmikið fyri arbeiðið hjá Statoil í hesum økinum. ?Vit vóna, at hetta fundið fer at hava við sær meiri leitisucces í bæði bretskum og føroyskum øki.
Sosialurin hevur biðið Rúna Hansen, stjóra hjá Statoil í Føroyum um eina viðmerking. Hann sigur, at tíðindini gera ikki støðuna verri fyri Føroyar. Heldur tvørturímóti. Hann vísir tó á, at enn skulu avmarkingarbrunnar borast so einki kann sigast við vissu enn. Men um tað gongst væl, so kann heta fáa positivan týdning fyri leiting við Føroyar eisini. ?Men hetta sær spennandi og lovandi út sigur Rúni Hansen, sum í besta føri heldur, at oljuframleiðslan kann byrja í 5 til 6 ár ? um so er at alt riggar sum tað skal. Og tað vita vit ikki í dag, tí mugu øll fyrivarni takast.
Tað er greitt, at tíðindini um fundið, kunnu eisini gera 2. útbjóðing á føroyskum øki uppaftur meira áhugaverda. Hugsast kann, at onnur feløg, sum ikki eru við í 2. rundu, vilja "farma" inn í komandi loyvi á økinum.