Risastór byrging kann skrædna

Eftir áhaldandi regn í fleiri mánaðir er so nógv vatn í kinesisku Yangtze-ánni, at myndugleikarnir bera ótta fyri, at ein risastór byrging um ánna kann skrædna

Nú er so nógv vatn oman fyri ta risastóru byrgingina, at hækkar vatnsstøðan tveir metrar afturat, er álvarssamur vandi fryri, at byrgingin skrædnar, og so verður Kina rakt av einari vatnflóð, sum eingin av álvara kann ímynda sær, skriva tíðindastovurnar.

 

Tann risastóra byrgingin um Yangtze-ánna, sum var liðug fyri einum ári síðani, er gjørd til at klára tað ovurstóra trýstið frá vatninum. Men hon er ongantíð roynd, og tí hava myndugleikarnir onga vissu fyri, at hon stendur mát við ta upprunaligu ætlanina. Longu nú er trýstið á byrgingina sera stórt. Vatnið oman fyri hana er vorðið 600 kilometrar langt, og trýstið veksur fyri hvørt einasta æl, siga teir kinesisku serfrøðingarnir.

 

Fyri at lætta um trýstið hava myndugleikarnir latið allar slúsurnar á byrgingini upp á víðan vegg. og tað merkir, at tað renna 48.000 rúmmetrar ella næstan 50 tons av vatni úr byrgingini um sekundið. Men tað er kortini ikki nóg mikið til at halda javnvágini, tí tá tað regnar í Mið-Kina, renna meiri enn 50 tons í byrgingina um sekundið.

 

Fyrimunurin við byrgingini er, at myndugleikarnir kunnu forða fyri vatnflóð longri niðri í ánni. Fyrr var vanligt, at Yangtze fór upp um áarbakkarnar har fimta hvørt ár, men sambært útrokningunum kunnu nú vera 100 ár ímillum hvørja vatnflóð. Skipanin hevur stóran týdning fyri samferðsluna, tí Yangtze er ein týðandi partur av kinesiska samferðslukervinum. Eitt nú kunnu stór bingjuskip sigla eftir ánni heilar 2.400 kilometrar inn í landið til býin Chongqing.