Risar møtast í Europa League

Europa League: Tað tvey feløg við stoltari søgu, sum møtast á Old Trafford í kvøld

Fyrru 1/8 finalurnar í Europa League verða í kvøld. Stóri dysturin er á Old Trafford, har Manchester United tekur móti AC Milan. Her talan um tvey av stóru feløgunum í Evropa.

Millum spælararnar hjá AC Milan er navnframi Zlatan Ibrahimovic, men hann verður ikki við í kvøld. Umstríddi sviin hevur eisini spælt við Manchester United, men verður ikki at síggja á gamla heimavøllinum orsaka av einum skaða.

Úr Premier League eru eisini Arsenal og Tottenham. Bæði hava langt á mál, um tey ætla sær í Chmapions League komandi kappingarár, og tí hevur Europa League enn størri týdning, tí vinnarin sleppur í meistarakappingina komandi kappingarár. Arsenal møtir Olympiacos á Karaiskaki leikvøllinum í Pireus, har Føroyar vunnu tiltikna sigurin á Grikkalandi. Tottemham fær vitjan av Dinamo Zagreb.

Ajax fær vitjan av Young Boys, sum á veg hertil vunnu á millum annað KÍ, undankappingini til Champions League. Rangers, við Steven Gerrard á odda, vunnu skotska meistaraheitið um vikuskiftið og skulu í kvøld spæla í Tjekkia móti Slavia Prag.

Europa League 1/8 í kvøld:

Klokkan 17.55

Manchester United (ENG) vs AC Milan (ITA)

Ajax (NED) vs Young Boys (SUI)

Dynamo Kyiv (UKR) vs Villarreal (ESP)

Slavia Praha (CZE) vs Rangers (SCO)

Klokkan 20.00

Roma (ITA) vs Shakhtar Donetsk (UKR)

Olympiacos (GRE) vs Arsenal (ENG)

Tottenham (ENG) vs Dinamo Zagreb (CRO)

Granada (ESP) vs Molde (NOR)