Risafet á grønu kósini

– Næsta stóra stigið er sjóvarfalsorkan, sigur nevndarformaðurin í SEV, nú vindmyllulundin í Húsahaganum verður tikin í nýtslu

– Næsta stóra stigið er sjóvarfalsorkan, sigur nevndarformaðurin í SEV, nú vindmyllulundin í Húsahaganum verður tikin í nýtslu

 

Jákup Suni Lauritsen er sera væl nøgdur, nú SEV tekur í nýtslu tær 13 vindmyllurnar í Húsahaganum.

 

Íløgan á 180 milliónir krónur gevur sambært SEV streym til okkurt um 9000 húsarhald, ið annars skuldu fingið sín streym frá oljurikna verkinum á Sundi. Vindmyllurnar kunnu framleiða 41 GWt um árið, og við verandi orkunýtslu koma nú 60 prosent av framleiðsluni frá vatni og vindi.

 

- Vit hava í dag tikið eitt risafet á grønu kósini, sum vit øll eiga at fegnast um. SEV er fólksins ogn, og góða gongdin innan varandi orkukeldurnar gagnar okkum øllum, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Hóast kósin sambært nevndarformanninum er grøn, so noyðist SEV næstu árini at gera risa íløgur í eitt nýtt Sundsverk. Tilsamans er talan um eina íløgu á 600-700 milliónir krónur í eitt nýtt oljurikið orkuverk.

 

– Okkara samfelag má ikki koma í ta støðu, at vit summarmánaðirnar hava ov lítla orku at dúva uppá. Tí noyðast vit at gera íløgur í eitt nýtt Sundsverk, sigur Jákup Suni Lauritsen um stóru íløguna, ið stendur beint fyri framman.

 

Í framtíðini verður tað tó sjóvarfalsorkan, ið skal taka síðsta partin av oljuni burtur úr rakstrinum hjá SEV.

 

– Tað liggur í kortinum, at sjóvarfalsorkan skal koma. Orkuloysnin er ikki liðugt ment enn, men vit vóna og vænta at síggja stór framstig næstu árini. Vit hava longu gjørt avtalu við eina týska fyritøku, sum kemur at gera royndir við sjóvarfalsorku longu næsta ár. Og tað síggja við fram til, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Yvirskipaða málið hjá SEV er, at í 2030 skal øll elframleiðslan koma frá varandi orkukeldum. Tað veri seg vatni, vindi og sjóvarfalli.

 

Hoyr samrøðu við Jákup Suna Lauritsen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

Grøna orkan verður ikki bíligari

 

Løgmaður tendrar Húsahaga

 

Stórur dagur í søgu SEV

 

Her eru myndir frá hátíðarhaldinum