Leygardagin verður skipað fyri einum risastórum Trølla-Pætur tiltaki í ítróttarhøllini í Runavík. Tiltakið er í sambandi við, at tað í hesi vikuni er mentanarvika í Runavík.
Øll manningin í filmunum um Trølla Pætur og Mafiuna verða við á pallinum í Runavík leygardagin, so børnini, ið koma á vitjan, sleppa at uppliva bæði Trølla Pætur, Ommuna, Erling og Jógvan politist, Mafiuna, Kára handilsmann og Ossa.
Tiltakið verður sum áðurnevnt í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin, og tað byrjar klokkan 15. Atgongumerkir til tiltakið fáast við dyrnar ein tíma frammanundan.