Risa svimjihøll í Havn um trý og eitt hálvt ár

Talan verður um eina høll við 50 metra hyli við átta geilum og tað er ein góð íløga, halda býráðslimir

Gongst sum Tórshavnar Býráð ætlar, verður ein ein nýggj, risa svimjihøll klár at taka í nýtslu í januar í 2020, ella um trý og eitt hálvt ár.
 


Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt eina byggiskrá fyri hylin, og eftir henni skal høllin byggjast undir liðini á høllini sum er.

 
Samstundis skal ÍSF húsið takast niður og felagsskapurin skal so hava onnur høli at húsast í
í Gundadali, verður høllin liðug um trý og eitt hálvt ár og hon fer at kosta 80 milliónir krónur.

 
Inntøkurnar av svimjijøllini, sum er, eru 3,1 millión, men afturat tí kostar hon sjey milliónir at reka. Tá ið nýggja høllin er komin afturat, fer raksturin at kosta fýra, ella fimm, milliónir afturat.
 

- Talan verður um eina svimjihøll við einum 50 metra hyli við átta geilum og sostatt ber til at hava altjóða kappingar í honum, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í bygginevndini.

 
Hylurin verður tveir metrar djúpur, men tað ber eisini til at býta hann sundur í tveir 25 metra hylar. Og tilsamans verður pláss fyri 400 áskoðarum.
 

Í hesum sambandi verða viðurskiftini skipað soleiðis, at eisini fólk, sum sita í koyristóli, hava nøktandi umstøður at hyggja eftir svimjing. Rørðslutarnaði skulu kunna hava atgongd niður í langhylin frá áskoðaraplássunum, sigur býráðið.
 
 
- Hetta fer at gagna býnum og fólkinum, sigur Elin Lindenskov.

 
Fyrsta stigið verður at bjóða arkitektum at kappast um, hvussu høllin skal síggja út. Hendan hugskotskappingin verður longu í summar og í tí sambandi verða eini trý - fimm ráðgevaratoymi undangóðkend til at vera við í kappingini.
 

Jákup Dam, býráðslimur heldur, at talan er um eina góða íløgu, sum nógv fólk fara at fáa gagn av. Men bæði hann, og aðrir býráðslimir vísa á, at Tórshavnar býráð hevur nógvar og dýrar ætlanir, bæði við skúlanum á Fløtum, musikkskúla og øðrum.
 

Tí sóknast teir eftir, at býráðið ger eina íløguætlan, tí teir siga, at tað verður neyðugt at hava eina greiða íløguætlan, fyri ikki at missa tamarhaldið á støðuni.
 

Hinvegin vísti Helena Dam á Neystabø á, at tíðarætlanin er drýggjað rættiliga nógv av beráddum huga fyri at fáa svimjihøllina at passa saman við aðrar íløgur hjá kommununi.
 

Hinvegin heldur hon, at tað er í tøkum tíma, at høvuðstaðurin fær eina svimjihøll, sum hesa, afturat, tí tað, sum færttist, er, at børnini duga verri og verri at svimja.
 

Annars staðfesti Heðin Mortensen eisini á býráðsfundinum, at Tórshavnar Kommuna er serstakliga væl fyri. Fíggjarætlanin er 800 milliónir, men skuldini er bara 85 milliónir, og tað er ongin kommuna, sum eru so væl fyri upp á seg - heldur ikki landskassin.