Hondbóltsmenninir hjá ÍF Føroyum hava júst framt eitt bragd av teimum heilt stóru.
Í donsku steypakappingini hevði ÍF Føroyar í kvøld heimadyst móti Høj, sum er nummar átta í næstbestu donsku deildini. Og her eydnaðist føroyska liðnum at vinna dystin 28-23.
Úrslitið ber við sær, at ÍF Føroyar er komið enn eitt fet víðari í steypakappingini. Í næsta umfarinum bíðar Team Sydhavsøerne, sum liggur eitt pláss framman fyri Høj í donsku 1. deild.









