Dia P. Johannesen, sum umsitur Nesvatn í Neshaga, hevur aftur slept laksar í vatnið. Hann sigur, at hesaferð er talan um seksti laksar, har hvør er størri enn annar.
- Fyrr í summar vórðu áttati laksar sleptir í Nesvatn, og eg vil meta, at einir 8-10 av hesum vóru eftir, tá eg setti út aftur í hesi vikuni, sigur hann.
Soleiðis svimja umleið 70 laksar í vatninum í dag, og haraftrat eru síl.
Hetta eru laksar, sum eru komnir frá Fiskaaling og sum nú kunnu fiskast av fólki, sum vilja njóta eina løtu við vatnið í friði og náðum.
- Tey, sum ynskja at fiska í Nesvatni, kunnu keypa sær loyvi hjá mær, sigur Dia P. Johannesen, sum býr á Gaddavegi á Nesi.
Tað eru rættiliga stórir laksar, sum eru sleptir í Nesvatn. Feiri teirra tátta í ein metur, og vektin er hareftir.
- Jú, tað er spennandi at hava við hesar stóru fiskar at gera, siga fólk, sum plaga at fiska á vatninum, og sum hava verið heppin at fáa onkran risa laks á húkin.










