Risa-hall hjá Dimmu

Keypið av Vinnuvitan og ein vánaligur grundrakstur kosta dýrt hjá P/F Dimmalætting. Hallið hjá fyritøkuni varð 25 milliónir krónur í fjør Í komandi viku hevur P/F Dimmalætting aðalfund, og tað eru døpur tøl, sum leiðslan og nevndin í felagnum tá leggja fram.

Dimmalætting skrívar sjálv í dag, at hallið fyri 2008 er upp á 25 milliónir krónur.

Dimmalætting keypti í fjør Vinnuvitan og Vikublaðið fyri eina upphædd, ið sum skilst var um 9 milliónir krónur. Tann íløgan er øll mist, og er hetta ein stór orsøk til hallið.

Hartil hevur Dimmalætting eisini mist sína áogn, sum var í teimum báðum feløgunum, og saman við einum rakstri, sum ikki hevur givið yvirskot, gevur hetta eitt samlað hall upp á 25 milliónir.

Við ársbyrjan í 2008 var eginpeningurin hjá Dimmalætting 28,2 mió krónur. Tað merkir, at eginpeningurin við árslok 2008 var komin niður móti trimum milliónum. Hetta tó treytað av, at uppskrivingar ikki eru framdar.