Danska fótbóltsheimasíðan bold.dk sigur seg hava upplýsingar um, at skotski venjarin Bruce Rioch, sum áður hevur vant OB, skal venja meistararnar AaB fram til ársskiftið. Venjarin Erik Hamren er farin til Rosenborg at starvast, og AaB hevur trupult við at finna rætta avloysaran. Tí skal Bruce Rioch sambært bold.dk taka við í eina tíð, meðan endaligi venjarin verður funnin.









