Rio Ferdinand stóra bót

Enska fótbóltssambandið hevur dømt Manchester United-verjuspælaran Rio Ferdinand sekan í hava orðað seg á rasistiskan hátt á sínari Twittersíðu. Revsingin er hørð. Ferdinand skal rinda 445.000 krónur í bót.

 

Fótbóltssaambandið sigur, at tað, sum er Rio Ferdinand skrivaði, var ósømiligt og óheppið fyri fótbóltin. Harafturat vísti viðmerkinging til etniskan uppruna, húðalit ella rasu.

 

Í viðmerkingini, sum fótbóltssambandið sipar til, umrøddi Ferdinand Chelsea-spælaran Ashley Cole sum "choc-ice". Hetta er eitt orð, sum verður brúkt um ein persón, sum er svartur uttan, men hvítur innan.

 

Tað, sum fekk Manchester United-verjuleikaran at skriva viðmerkingina, var, at ein annar Chelsea-spælarii, John Terry, segðist hevði orðað seg rasistiskt um yngra bróður Rio Ferdinand, Anton Ferdinand.