Rio Bravo hátíðarheldur føðingardag

Hósdagin 2. mars 2000 eru 10 ár liðin síðani, at matstovan Rio Bravo lat upp í Havn

Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum um vikuskiftið í Casablanca og Manhattan. M.a. verður bjóðað viðskiftafólkum ókeypis pinnamat bæði hóskvøldið og fríggjakvøldið.

Stórhendingar fyri Rio Bravo hesi seinastu tíggju árini hava verið, at Rio Bravo í 1995 flutti úr Kongagøtu oman í ovaru hædd í bygninginum í Tórsgøtu, har matstovan heldur til nú. Í 1996 lat Casablanca upp í niðaru hæddini og síðsta ár sá pub-caféin Manhattan dagsins ljós.

Tann seinasta stórhendingin er, at Faxe er farin at samstarva við Rio Bravo, og hevur m.a. valt at stuðla í teimum tiltøkum, ið verða hildin í Casablanca og Manhattan. FAXE er eitt av størstu sodavatns- og ølbryggjaríum í Danmark, og meta teir at Rio Bravo, Casablanca og Manhattan eru væl egnað støð til at marknaðarføra teirra vørur.