Tað hevur ikki regnað í stórum pørtum av Avstralia í langa tíð, og sambært myndugleikunum er talan um tann ringasta turkin í eini hundrað ár. Umleið helmingurin av tí dyrkaða lendinum í landinum er rakt av turkinum, og myndugleikarnir hava gjørt av at veita bøndrunum fíggjarligan stuðul fyri at avmarka missin. Sambært Peter McGauran, landbúnaðarmálaráðharra, fer stuðulin at kosta tí almenna minst eina milliard krónur.










