Ringur dagur hjá evruni

Serfrøðingar vænta, at felags evropeiska gjaldoyrað, evran, fer at koma undir so stórt trýst á fíggjarmarknaðunum í dag, at virðið kann fara niður á tað, sum evran byrjaði við tann 1. januar í 1999.

Evran kom undir trýst, longu tá teir asiatisku marknaðirnir lótu upp í nátt, og har kom virðið niður á tað lægsta síðani mars í 2006, skrivar Reuters.

Eygleiðarar halda, at tað eru tey vánaligu búskaparútlitini í Ungarn, sum leggja evruna undir trýst. Um vikuskiftið kom fram, at búskaparstøðan í Ungarn er munandi verri, enn politikararnir høvdu givið sær far um, og at landið kann koma í somu støðu sum Grikkaland.

Franski stórbankin Credit Agricole segði í morgun, at virðið á evruni kann fella niður á byrjunarvirðið frá 1999. Tá var evran 1,830 dollara.