Ringt veður í dag - batnar í morgin

Tað verður ein hørð byrjan uppá vikuskiftið, men leygardagin og sunnudagin batnar

Ein hátrýstryggur fer framvið Føroyum vestanfyri um vikuskifti og hevur eitt støðugt veðurlag við sær. Í næstu viku fer eitt látrýst úr Íslandi framvið vestanfyri og tilhoyrandi brúgvalag hevur regn og kaldan vind við sær.

 

Veðrið í dag, fríggjadagin. Strúkur í vindi upp í skrið úr vestri og útsynningi, 13-18 m/s, sum í nátt minkar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10-15 m/s. Í kvøld og í nátt snarar hann í landnyrðing og vindurin minkar niður í eitt andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s.
Tað verður skíggja og ælaveður, men klárnar í seinni í kvøld. Hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig, men fellur niður í 2-7 stig í kvøld og í nátt.

 

Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8-13 m/s, sum seinni minkar niður í eitt lot, minnið enn 5 m/s. Tað verður turt við sólglottum og hitin fer at liggja millum 3 og 7 stig.

 

Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5-10 m/s. Skíggjað og turt, hitin fer at liggja millum 5 og 9 stig.