Ringt telefonsamband í Sørvági

Á havnarlagnum í Sørvági er ringt fartelefonsamband. Tað er til ampa fyri tey, sum arbeiða har

Samskifti

Sørvági:Umstøðurnar at nýta fartelefon á havnarlagnum í Sørvági eru avmarkaðar. Og tað er til ampa fyri fleiri teirra, sum arbeiða har. Millum annað er bæði brandmenn og ambulansuførarar, sum hava dagliga gongd á økinum, og tað er ótrygt at vita sær, at tað ikki altíð ber til at fáa fatur á okkum, siga teir.
Sigurd Jan Tavsen hevur smiðju á havnarlagnum í Sørvðági. Eisini er hann brandmaður og skal tí vera at fáa fatur á nær sum helst.
?Men tað kann knípa viðhvørt, sigur hann. Serliga um farið verður úteftir umleið økið, har Vesturvón er uttast á bryggjuni. Har hoyrist illa.
Arnjohn Hvítklett, sum starvast hjká Vesturvón, er ambulansuførari. Og hann hevur sama trupulleikan við fartelefonini, sigur hann.
? Tað er iki nóg gott at vita sær, at ein situr her úti og hevur ambulansuvakt undir teimum treytum, at fólk kanska ikki fáa samband við meg, tá brúk er fyrit í.
Tað er Føroya Tele, sum umsitir fartelefonnetið. Jens Julian Reinert hjá Føroya Tele, sigur, at har kenna tey til trupulleikan. Tey hava fingið eitt skriv úr Sørvági, har gjørt er vart við hetta.
Men hann dugir ikki a t siga, um nakað verður gjørt við trupulleikan sum er, tí tað er eisini ein spurningur um pengar.
Jens Julian Reinert sigur, at talan er um, at sambandið verður burtur, tá ringt verður til eina fartelefon, sum er inni í ávísum bygningum á havnarlagnum í Sørvági.
?Eitt nú bygningar, sum klæddir eru við jarni, ella gjørdir av jarnbetongi, eru óreinir í so máta, sigur hann, tí har sleppur signalið ikki so væl ígjøgnum. Tí hendir tað, at telefonin ringir, men tá hon verður tikin, brýtur av.
Hann sigur, at tá so farið verður útum, er sambandið beinanveg betri.
Men tað er ikki bara so, sigur Sigurd Jan Tavsen. Sum vísir á, at eisini, um tu ert staddur úti, er líka galið.
?Inni í smiðjuni sjálvari og heim eftir havnarlagnun nærri bygdini er í lagi, sigur hann. Men út eftir havnarlagnum ber ikki til. Eitt nú havi eg royndir frá, at tá vit hava arbeitt við einumhvørjum á økinum uttan fyri hjá Vesturvón, ber ikki til at fáa samband um fartelefonina, sigur hann.