Men tá ein situr í 18 nevndum og álitissessum, og er nógv uttanlands, er uttan iva torført at skilja vanligar føroyskar proletarar, sovorðnar sum neyðars meg. Helst man tað vera skemtið í B36-veitsluni, og baksíðugreinin um vespurnar, sum fær Heðin at "stinga" meg. Hevði tó ynskt at blivið "stungin" við meira broddi!
Eingin á "Fregnum" er "ímóti føroyskari olympiskari viðurkenning!". Vit eru bæði persónliga, ítróttarliga og politiskt fyri føroyskari olympiskari viðurkenning, meðan onnur eru bara persónliga og ítróttarliga fyri olympiskari viðurkenning. At hesi fólk ikki hava eina politiska stevnu, ið vinnur Føroyum altjóða viðurkenning í mongum alheims felagsskapum, tað verður teirra trupuleiki eina og aleina. Vit endaðu annars næstseinast við orðunum: "Vit ynska privatmanninum og ÍSF-forsetanum, Heðini Mortensen hjartaliga góða eydnu við at vinna Føroyum olympiska viðurkenning!" Men tá ein fjøltáttaður nevndarlimur er so út"lúgv"aður sum Heðin, gevst ikki altíð tíð at lesa alt. Nevndi onkur kloningð At Heðin tekur vendingina um "Hon er omma mín!" í fullum álvara, ger tað bara enn meira stuttligt fyri okkara viðkomandi.
Tó fegnast vit mest um orðini hjá Heðini: "Tað hevði sjálvandi verið lættari at vunnið ÍSF olympiska viðurkenning, um Føroyar høvdu fullveldi!" Tað eru also løtur har Heðin hevði ynskt....
Annars gav eg Heðini rætt ríkisrættarliga um Amer. Samoa, Guam og Karibisku oyggjarnar, jú tær hava ein paralell við núverandi ríkisrættarligu støðu Føroya. Men hesar oyggjar hava fingið viðurkenning frá teimum oceanisku og pan-amerikansku I.O.C.-limunum. Men Taiwan, Cook Islands, Hong Kong og Palestina er also framvegis ikki sambærilig. ÍSF hevur fingið játtað stuðul frá 8 evropeiskum I.O.C.-limum (Norður- og baltalond!), men enn eru 38 eftir. Vit ynska Heðini hjartaliga góða eydnu at yvirtala hesar 38 I.O.C.-limirnar. Men um Spania, Frakland og Stórabretland nokta ÍSF olympiskari viðurkenning, so er orsøkin ríkisrættarlig, um vit vilja tað ella ikki!
Skuldi annars undirhalda í eini jólaveitslu har Heðin verður hjástaddur.
Frægast man vera at avlýsa, tí Heðin skilur hvørki mín humor, tíansheldur tað eg skrivi!