- Hetta verður sjeynda nýggjárið hjá okkum í Eysturgrønlandi, og her verður nógv gjørt burturúr.
Tað sigur Hjørdis Viberg við In.fo. Hon vísir á, at tað er traditión har í økinum at skjóta tað danska nýggjárið inn klokkan 20, Føroyar og Ísland klokkan 21, Ittoqqortoormiit (Scoresbysund, sum er tann norðasti býurin á eystursíðuni) klokkan 22, og síðan verður tað heilt stóra brakið fyri teimum sjálvum í Tasiilaq.
- Her verður væl av fýrverki keypt, og vit hava úr at gera við at halda eyguni við klokkuni. Eitt slíkt kvøld koma eisini vinfólk á gátt til ein góðan bita.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?
- Tað besta á hvørjum ári hjá okkum er, tá vit á sumri leita okkum heim á klettarnar at vera saman við familju okkara. Í árinum sum fer hava vit eisini verið vælsignað við vitjan úr Føroyum, bæði av bróðursoni mínum, Pæturi og síðan foreldrum mínum, Brynhild og Peturi á Roykheyggi.
Og hvat var tað keðiligasta í 2018?
- 2018 er eisini árið, har vit hava sent elsta sonin á eftirskúla á Samsø í Danmark. Tað er ómetaliga ringt at venja seg við, at ungarnir flúgva úr reiðrinum, sigur Hjørdis Viberg.
Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?
- Okkara mál er at vitja allar fimm bygdirnar her í summar við okkara báti. Hetta er ein teinur, sum kann samanberast við teinin úr Føroyum til Hetlands og heimaftur. At enda vilja vit ynskja øllum eitt gott nýggjár, sigur Hjørdis Viberg úr Tasiilaq.