- Tá ið tú fært staðfest krabbamein broytist lívið fullkomiliga. Sorgleysi gerandisdagurin er brádliga ikki so sjálvsagdur longur og lívið er ikki longur sjálvsagt.
Tað er boðskapurin hjá Bjarna Djurholm løgtingsmanni, nú hann greiðir frá síni tíð við Krabbameini.
Mánakvøldið skipaði Krabbameinsfelagið fyri mannfólkafundi, har ljós varð varpað á menn og krabbamein.
Bjarni Djurholm er mest kendur sum landsstýrismaður og løgtingsmaður. Men hann hevur eisini havt eitt annað lív, tí hann hevur verið raktur av krabbameini, ikki bara einaferð, men tvær ferðir.
Og á fundinum mánakvøldið greiddi hann frá, hvussu hann er komin ígjøgnum hesa tíðina við krabbameini og, hvussu hetta annars hevur merkt hansara lív.
- Boðini um at tú hevur krabbamein, er skelkurin, sum ristir ein í grundvøllinum, tí tú veitst, at uttan viðgerð, er úrslitið meira enn ivasamt.
- Tí gerast sorg og deyðsangist veruleikar, sum eru torførir at rúma og eru ringir at fyrihalda seg til. Tann krabbameinsrakti kennir seg hjálparleysan og ofta einsamallan.
Bjarni Djurholm heldur, at okkara sjúkrahúsverk er framúr at taka sær av krabbameinssjúklingunum og Krabbameins¬felagið stendur eisini sum ein dyggur viti og hjálpari í neyðini.
- Men eg vildi eg ynskt, at sálarligi parturin átti størri rúmd í viðgerðini, sigur Bjarni Djurholm.
Tey harðbalnu eru eisini ávirkað
Bjarni Djurholm heldur, at innast inni eru eisini tey, sum at síggja til eru harðbalin, eisini ávirkað og skelkað, tá ið tey fáa at vita, at tey hava fingið krabbamein.
- Men kanska fortreingja tey veruleikan.
- Tí er tað mítt páhald, at øllum tørva sálarterapi í rúma tíð eftir at sjúkan er staðfest og hava brúk fyri, at fólk við empati eru um tey.
- Vit kunnu ikki skilja skinn og sinn sundur. Vit eru øll runnin av somu rót, har likam og persónsmenska eru óloysiliga knýtt saman, sigur Bjarni Djurholm.
- At fáa staðfest krabbamein er ikki eitt krím ella umfarsjúka. Vit vita, at sjúkan er ein spurningur um lív ella deyða og uttan viðgerð, er úrslitið greitt frammanundan.
- Tað er ein veruleiki, sum er meira enn flestu kunnu rúma einsamøll.
- Mong søkja sær hjálp í bøn og tað er nakað, eg avgjørt kann viðmæla. Eisini vissan um, at onnur hugsa um teg, kanska biðja fyri tær, at man er viðkomandi fyri familju, vinir og kenningar, er ein fantastisk hjálp, tá neyðin er størst, sigur Bjarni Djurholm.
Sjálvur kom Bjarni Djurholm beint undan strálukanónunum á Ríkissjúkrahúsinum og í ein landsstýrissess í august 2000 og hann var landsstýrismaður í átta ár.
- Eg tók við sessinum aftaná at hava ráðført meg læknan, men hann helt, at eg føldi best sjálvur, hvat eg megnaði.
Bjarni Djurholm sigur, at í mangar mátar var tíðin sum landsstýrismaður eitt fantastiskt upplivilsi.
Men hann sigur, at nú sær hann, at í tíðini sum landsstýrismaður, legði hann eisini allar sálarkvølur av krabbameininum undir flag.
- Og tað var ikki gott, staðfestir Bjarni Djurholm.
- Eg fortrongdi í veruleikanum tann sálarliga partin av sársakanum eg hevði av, at eg hevði havt krabbamein. Eg varð arbeiðsnarkomanur, eg helt ongantíð frí og gjørdist nærum hyperaktivur.
- Úrslitið var, at tá eg fór úr landsstýrinum í 2008, komu tær sálarligar reaktiónir, kvølurnar, sum eg ikki hevði fingið uppá pláss, men heldur hevði fortrongt, sigur Bjarni Djurholm.
- Avleiðingin var, at onkursvegna misti eg sambandið við meg sjálvan og tíverri kanska eisini við familjuna í øllum arbeiðsmeldrinum, leggur hann afturat.
Bjarni Djurholm sigur, at kenslan, hann hevði, var, at onkursvegna stóð hann á berum.
- Eg vendi mær til Krabbameinsfelagið og fekk ávíst samrøðuterapi hjá sálarfrøðingi nakrar ferðir og tað gjørdi góðan mun.
Men hann er greiður yvir, at tað er nakað hann sjálvsagt skuldi havt avgreitt ár frammanundan.
Boðskapurin hjá Bjarna Djurholm er, at krabbamein veruliga skelkar í botn og skakar grundvøllin.
- Hinvegin eru útlitini fyri lekidómi góð, og tey batna alsamt.
- Men tað er neyðugt at ruddað í sálarliga hurlivasanum, so vit ikki enda sum maniskir arbeiðsnarkomanar, innhugsin fólk ella bara cancerfobisk menniskju, sum ikki finna gleði í gerandisdegnum, staðfestir hann.
Bjarni Djurholm vísir á, at ofta verður sagt, at krabbamein styrkir menniskju og ger tey harðbalnari.
- Hetta er bert lutvíst rætt. Vit frøast kanska meira um -og við- okkara kæru. Vit læra kanska at síggja gleðina í gerandisdegnum, sum vit kanska høvdu gloymt, og vit duga kanska betri at skilja tað óneyðuga og týdningarleysa frá í gerandisdegnum
Men annars heldur hann, at tað er innantómt tos at siga, at tað gevur størri styrki.
-Tey allarflestu fáa eina rættiliga skeinu í sálina. Vit síggja røsk og sterk út, men innanfyri skræðuna munnu mong kenna seg viðkvom og stúrin, sigur Bjarni Djurholm.
- Men tað góða er, at her kunnu vit hjálpa. Ikki bara kropsliga, sum er altavgerandi, men eisini sálarliga.
- Skipað professionell sálarhjálp hevur alstóran týdning, eisini við at inndraga tey nærmastu. Sínámillum samskifti við maka, børn og ímillum manna, er ein fantastisk hjálp. Tað hjálpir at vera opin. Tað er ikki altíð lætt, vit eru so ymisk, men vit kunnu tora tað og kunnu læra tað.
Hann heldur, at ofta er tað ringast hjá avvarandi og familju at taka fyrsta stigið til samrøður og empatiskt samskifti og at seta spurningar.
- Men her kunnu vit krabbameinsraktu vera opin og positiv. Tað er veruliga hjálp til sjálvhjálp at samskifta við okkara kæru og medmenniskju.
- Mong leggja sítt álit á Hann, ið øllum valdar. Tað kann gera munin, ikki minst, tá einsemið tykist størst.
Bjarni Djurholm sigur, at í dag er krabbamein ikki endin.
- Tað er byrjanin upp á eitt øðrvísi og ofta strævnari lív, sum tó oftast hevur ein góðan enda.
- Uppgávan hjá okkum er, at vit duga at síggja okkum sum heil menniskju, har allir partar skulu viðgerast og røktast.
Og hansara vón er, at hesin boðskapurin røkkur til tey, sum eru okkum kærast og ikki minst, at sjúkrahúsverkið sær týdningin í hesi heildarfatan av menniskjanum.
Bjarni Djurholm sigur, at tá er nógv vunnið, bæði fyri sjúklingin og eisini fyri sjúkrahúsverkið.
Hann er greiður yvir, at ein størri heildarviðgerð kostar pening, men er sannførdur um, at útreiðslurnar verða spardur innaftur sum frálíður.
MYNDATEKSTUR
Fortrongdi sálarkvølin
- Eg kom beint undan strálikanónini á Ríkissjúkrahúsinum, í ein landstýrissess. Í veruleikanum, fortrongdi eg tann sálarliga partin av sársakanum eg hevði av at eg hevði havt krabbamein. Eg gjørdist arbeiðsnarkomanur og helt ongantíð frí, sigur Bjarni Djurholm.
SITATRingt at fyrihalda seg til sorg og deyðsangist
KRABBAMEIN Tey árini, eg var landsstýrismaður, var eg arbeiðsnarkomanur og legði sálarkvølina av, at eg hevði havt krabbamein, undir flag. Og tað var ikki gott, sigur Bjarni Djurholm, tá ið hann nú lítur aftur á árini, hann hevði krabbamein
Áki Bertholdsen